Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

- Vit kunnu byrja við eini fittari søgu um tveir 10 ára gamlar vinmenn sum vóru farnir at klatra á einum spæliplássi her í Havn. Tað endaði við, at tann eini klintraði so høgt upp í eitt spælitorn, at hann tordi ikki niður aftur. Hin gjørdi tá tað einasta rætta, sum er at ringja 1-1-2 tá man er í neyð. Brandmenninir, sum fóru til hjálpar, søgdu eisini, at tað var gott at teir báðir bóðu um hjálp, tí har var høgt niður, einir 4-5 metrar.

Vakthavandi á politistøðini lesur úr døgnrapportini, tá VP ringir fyri at fregnast um tíðindi í vikuskiftinum. Tá vit spyrja, hvussu tað ber til at ein kann klintra seg í óføri á einum spæliplássi er svarið, at tað er ein góður spurningur. Men smádreingir eru nú einaferð smádreingir.

- So er ein meira álvarslig hending, sum kortini spældi væl av. Tí í eini bygd her í høvuðsstaðarkommununi varð ein 8 ára gomul genta bitin í beinið av einum leysum hundi. Hon mátti á skaðastovuna og hundurin hevur útlit til at blíva avlívaður. Fólk eiga at taka tað í størri álvara, at hundar eiga ikki at ganga leysir, sigur vakthavandi.

- Ein annar trupulleiki, sum eisini hevur við hund at gera, er, at fólk lata hundin standa bundnan uttanfyri ímeðan tey eru burtur frá húsum, kanska til arbeiðis. Hundurin goyr og goyr og er um at gera grannarnar ørar í høvdinum. Men húsfólkið hoyrir onki, tí tá tey eru har, goyr hundurin ikki, greiðir vakthavandi frá.

Eitt slíkt mál var í Klaksvík. Løgreglan varð boðsend, tí fleiri grannar kærdu sína neyð. Úthurðin var opin, so hundurin varð koyrdur inn, og so gavst hann at goyggja. Politiið setti seg síðani í samband við eigaran.

Annars er nakað av tí meira vanliga eisini at lesa í døgnrapportini. Fólk koyra við kenning og húsaófriður ella bara grannar sum halda gang og tí verða meldaðir.

-  Í tí eina førinum var ein maður, sum var farin avstað í einum bili, so fullur, at fleiri løgdu merki til tað og ringdu til okkum. Bilurin var skjótt funnin og steðgaður og blóðroynd tikin av manninum.

Sum VP skrivaði í gjár hendi eisini ein syndarlig vanlukka í Tjørnuvík í gjáramorgunin, tá menn vóru á fjalli. Ein maður í 60unum datt oman og doyði. Líkskoðan verður seinni í dag.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo