Nettosølan hjá partafelagnum Poul Hansen við heimstaði í Havn vaks úr góðum 320 milliónum krónum í 2019 til slakar 337 mió kr í fjør. Bruttovinningurin vaks við sløkum fýra mió kr og ársúrslitið í fjør gjørdist 8,9 mió kr í mun til 9,2 mió kr árið fyri.
Poul Hansen, sum fæst við heilsølu og annan handil, eigur eisini í fleiri øðrum fyritøkum. Millum dóttirfeløgini kunnu nevnast Trio Import og Vita Margarin og millum feløgini, har Poul Hansen eigur í kunnu nevnast Gist og Vist, Eurest Føroyar og Torgið í Vági. Og verður hugt at úrslitinum uttan kapitalpartar sæst, at úrslitini í hesum fyritøkum dregur niður - tó munandi minni í fjør enn fyrraárið.
Í 2019 var úrslitið uttan kapitalpartar 5,8 mió kr og í fjør var tað 10 mió kr.
Poul Hansen hevur eina sera sterka fíggjarstøðu sum javnvigar við stívliga 300 mió kr harav størsti parturin, ella nærum 238 mió kr, er eginogn.
Høgni Hansen er stjóri.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo