Sjúkt er samfelag, har tað loysir seg best einki at eiga og einki at tíma
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

”Past the grove of cypress trees Walter...saw the white truck, and he knew it for what it was. He thought, That’s the abortion truck. Come to take some kid in for a postpartum down at the abortion place…”

Hvat hava Tom Cruise, Arnold Schwarzenegger og Harrison Ford til felags? Allarhelst nógv, men í hvussu er eisini Philip K. Dick. Hann var rithøvundur og skrivaði m.a. dystopiskan framtíðarskaldskap. Mong okkara munnu kenna filmarnar Minority Report (Cruise), Total Recall (Schwarzenegger) og Blade Runner (Ford), og júst hesir stórfilmar eru bygdir á stuttsøgur hjá Philip K. Dick. Søgur, sum hann er høgt í metum fyri at hava skrivað.

Eg rendi meg í eina aðra av stuttsøgum hansara á internetinum herfyri. Hon eitur ”The Pre-Persons”, og tað er úr henni, reglurnar eru, sum eg byrjaði við. Søgan er ikki filmatiserað, so vítt eg veit. Dick skrivaði og gav hana út í 1974 - stutt eftir at hægstirættur í USA hevði tikið avgerð í nógv umrødda málinum millum Roe og Wade í januar 1973. Man kann siga, at søgan er ein beinleiðis og sera beinrakin viðmerking til úrskurðin í Roe v Wade-málinum. Dick leggur avgjørt ikki fingrarnar ímillum. Blýanturin er spískur og sniðfundigur.

Dick viðger spurningin, nær eitt menniskja fær status sum ein persónur og ikki longur bert er lív, likam og loynivitska. Nær tað fær persónleika. Sál. Tí, tá persónleiki ikki verður tengdur at lívinum í sær sjálvum, ja, so er í hvussu er ein avbjóðing reint logiskt at seta striku í sandin og siga, at fram til í áðni vart tú bara eitt menniskja, men NÚ ert tú vorðin ein persónur. NÚ hevur tú eina sál. NÚ er tað revsivert at drepa teg, men í áðni var tað ikki. 18 vikur sigur danska stjórnin í 2025. Í 2024 er tað 12 vikur. Onkur annar sigur 22 vikur, onkur 24 vikur. Í Niðurlondum er lógligt at taka lívið av nýføðingum, um børnini eru fødd við “such serious disorders that termination of life is regarded as the best option”. Í sama landi er aktiv deyðshjálp eftirhondini ein stórur partur av samlaðu deyðstølunum. 5% (8720 fólk) í 2022.

Í ”The Pre-Persons”, sum eins og hinar omanfyrinevndu er ein framtíðarsøga við djúpum dystopiskum tónum, verður tíðarmarkið, har frí fosturtøka er loyvd, áhaldandi flutt longri og longri fram í viðgongutíðina. Fyrst var fosturtøka loyvd teir fyrstu mánaðirnar. Síðani eisini teir seinnu mánaðirnar. So varð samtykt, at nýføðingar í roynd og veru bara eru, ja, nýfødd fostur, soeh…. ”Where was the line to be drawn finally?” hugsar ein persónur í søguni. ”When the baby smiled the first smile? When it spoke its first word or reached for its initial time for a toy it enjoyed?” Tey, ið smíðaðu lógirnar, hildu so áfram við at flyta markið frá einum tilvildarligum til annað. At enda varð avgjørt, at rætta markið var…12 ár. Tí, tað er tá, tú ert 12 ár, at tú hevur lært bókstavarokning – algebra. Tá hevur tú fingið kognitiva førleikan, sum ger, at tú verður ein persónur – ikki longur bert lív, likam og loynivitska. ”Up to then, it was only body, animal instincts and body, animal reflexes and response to stimuli. Like Pavlov’s dogs.”

Also, fram til 12-ára aldur vóru børn pre-persónar og kundu verða tikin av døgum av einhvørjari grund. Um tað var so, at foreldur ikki ynsktu barnið longur, so ringdu tey til lokala abortsentrið. So varð ein vørubilur sendur eftir barninum, ja, júst sum ein slags hundafangari. So varð barnið, um tað ikki varð ættleitt innan 30 dagar, miskunnardripið – euthanized, sum tey siga á enskum.  Mannagongdin varð eisini nevnd fyri postpartum abort.

Hesin góði vørubilurin var útgjørdur við einum hátalara, sum spældi teir góðu og vælkendu barnasangirnar, meðan hann kom koyrandi. Søgan byrjar soleiðis: ”Past the grove of cypress trees….Walter saw the white truck, and he knew it for what it was. He thought. That’s the abortion truck. Come to take some kid in for a postpartum down at the abortion place. And he thought, maybe my folks called it. For me. He ran and hid among the blackberries, feeling the scratching of the thorns but thinking. It’s better than having the air sucked out of your lungs. That’s how they do it….They have a big room for it. For the kids nobody wants.”

Poengið er, at tá persónleiki verður skildur frá kroppinum, ja, so verður tað tilvildin, sum ræður. Til sjeynda og síðst verður tað bara upp til tey, sum nú einaferð sita við valdinum og smíða landsins lógir, at siga, hvar markið er. Um tað ófødda barnið ikki er ein persónur, hvussu er so við teimum nýføddu? Hvat við teimum, sum bera brek? Hvat við teimum deyðasjúku? Teim sálarsjúku? Teimum gomlu? Ja, tá alt kemur til alt, so eru vit øll í vandabólkinum.

Høvuðspersónurin í søguni hugleiðir soleiðis: ”What was so sad was the sight now of the small child playing bravely in his yard day by day, trying to hope, trying to pretend a security he did not have.” Tá tað, at vera menniskja, ikki er nóg mikið til at tryggja einum grundleggjandi rættindi, so eru vit øll somul í sama báti sum lítla barnið – vit látast at hava eina trygd, sum eingin okara veruliga hevur.

Til ber at finna ”The Pre-Persons” við at googla eftir henni. Finnið og lesið! Hon er í øllum førum tankavekjandi, tí dystopisku tankarnir hjá Dick eru so ikki fjarri frá veruleikanum nú í 2024, enn teir vóru í 1974.

Bárður á Lakjuni           

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo