Wagner-leiðarin Jevgenij Prigozjin er jarðaður í kirkjugarðinum Porohovskij uttanfyri St. Pætursborg, skrivar hansara egna pressutænasta á Telegram.
Russiski forsetin, Vladimir Putin, var ikki og fylgdi eftir øllum at døma. Fyrr í dag segði talsmaður hansara Dmitrij Peskov, at forsetin hevði ongar ætlanir um at fylgja og at stjórnin ikki visti, hvar Wagner-leiðarin fór at vera jarðaður, skrivar TV 2.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo