Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Landsbankin: Prísirnir veksa framvegis, men veksa spakuligari enn teir hava tað seinasta árið, sí mynd 1. Meðan oljuprísirnir høvdu størstu ávirkanina á brúkaraprístalið í byrjanini av 2022, hevur tað síðani tá verið øktir matvøruprísir, ið hava togað brúkaraprístalið upp.

Í fyrsta ársfjórðingi 2023 var tað í mesta mun dýrkaðar matvørur, rentuútreiðslur og streymprísir, sum togaðu prísvøksturin upp, og í øðrum ársfjórðingi 2023 eru tað rentuhækkingar og dýrkaðar matvørur, sum gera seg galdandi.

Í mynd 2 eru teir 3 vørubólkarnir, sum fylla mest í nýtsluni hjá húsarhaldunum, vístir. Tann vørubólkurin, sum fyllir mest, er matur og alkoholfríar drykkjuvørur, og prísirnir í hesum vørubólki eru øktir nógv síðani miðjan 2021. Flutningur er útreiðslur til keyp og rakstur av bili íroknað brennievni til bilin. Prísirnir í bólkinum ’býli’ eru øktir mest. Í hesum bólki fyllir oljunýtsla til upphiting av húsunum ein stóran part, men eisini elnýtsla og rentuútreiðslur eru øktar nógv í 2022 og 2023.

Les várfrágreiðingina hjá búskaparáðnum her.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo