40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Vinnuhúsið: Óvissan um búskaparligu útlitini hava neyvan verið størri enn tey eru í løtuni, samstundis sum vøksturin í brúkaraprísunum hevur verið størri enn vanligt. Vøksturin í brúkaraprísunum fer tó helst at minka seinni í ár.

Hóast inflasjónin í Danmark og ES er høg í løtuni, so metir danska fíggjarmála­ráðið í heilt feskari meting, at vøksturin í inflasjónini fer at hasa av og javna seg seinni í hesum árinum og í 2023. Hesar metingar eru grundaðar á búskaparligar modell simuleringar, sum vísa, at fyri alt árið í ár fer vøksturin í brúkaraprístalinum í Danmark at liggja um 5,2%, og í 2023 fer vøksturin í brúkaraprístalinum at vera 1,8%.

Beinleiðis samanberingar av føroysku og donsku uppgerðunum av prísvøkstrinum skulu gerast við fyrivarni, men ymiskt kundi bent á, at vøksturin í føroyska brúkaraprístalinum er lægri enn vøksturin í brúkaraprístalinum í Danmark.

Sambært Hagstovu Føroya var miðalvøksturin í føroyska prístalinum 4,4% fyrsta ársfjórðing í ár samanborin við sama ársfjórðing í fjør, og tað var serliga prísvøksturin í vørubólkinum “Býli”, sum trýsti føroyska prístalið upp fyrsta ársfjórðingin í ár.

Sambært Danmarks Statistik var vøksturin í danska brúkaraprístalinum 6,7% í apríl í ár, og í Danmark var tað serliga prísvøksturin á el, matvørum, brennievni og gassi, sum trýsti danska brúkaraprístalið upp í apríl í ár.  

Nakrar av orsøkunum til henda munin kunnu vera, at gass- og el-prísirnir hava stóra ávirkan á gerandisdagin í Danmark, og í Danmark eru prísirnir á gassi og el fleirfaldaðir seinastu mánaðirnar. Føroysk húsarhald brúka so at siga ikki gass, og elprísirnir frá SEV hava ikki verið órógvaðir av prísvøkstri seinastu tíðina.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo