Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Í løtuni eru tveir flokkar av tilflytarum á Kvøldskúlanum, sum læra “Føroyskt sum annaðmál”. Talan er um tveir flokkar, sum fáa váttan fyri at hava lokið framhaldsskeið, sum byggir á grundskeið, sum var síðsta heyst.

Átta næmingar eru í fyrsta flokki, hetta eru næmingar, sum onga útbúgving hava og/ella ikki kenna latínska alfabetið. Lærari er Alina Jespersen.

Í øðrum flokki eru tólv næmingar, sum hava nakað av skúla og/ella handverksliga útbúgving - og næmingar, sum hava miðal langa og langa útbúgving. Lærari er Bergljót av Skarði.

Myndin av ovurfegnu næmingunum varð tikin í morgun, tá tey fóru til roynd. Kvøldskúlin metir, at skeiðið svarar til A1 støði í CEFR skipanini.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo