Tað, sum nógv er hatað, er ofta illa fatað
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Strandferðslan: Strandfaraskip Landsins hava nú boðið prosjekteringina av Kalsoyarferjuni út. Tvær fyritøkur blivu undangóðkendar at lata tilboð inn, og eru hesar Mest og Knud E. Hansen.

- Tað frøir okkum, at hesar báðar fyritøkurnar, ið hava hollar royndir við at prosjektera skip, eru til reiðar at tekna okkara nýggju ferjur, sigur Niels Juel Arge, stjóri í Strandferðsluni.

Prosjekteringin fevnir eisini um Fugloyar- og Svínoyarferjuna, sum er nakað minni í stødd enn Kalsoyarferjan.

- Eg fegnist um, at vit nú seta ferð á arbeiðið at endurnýggja strandferðsluflotan. Tað er ein stórur fyrimunur at prosjektera bæði skipini um eina leið, tí so koma tey at líkjast í sniði og skapi og í mun til tilfar og slag av útgerð. Í fyrstu syftu er tað Kalsoyarferjan, ið skal fyrireikast og gerast klár til bygging, sigur Dennis Holm, landsstýrismaður í samferðslumálum.

Freistin at lata tilboðini inn er 22. desembur klokkan 10. Sáttmáli um prosjekteringina verður undirskrivaður við vinnandi fyritøkuna 28. desembur.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo