40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Minst 24 fólk eru deyð og minst 87 eru bara horvin eftir mótmælisgongur og ógvusligar gøtubardagar sum hava verið í fleiri býum í suðuramerikanska landinum Kolumbia seinastu dagarnar.

Mótmælini byrjaðu, tá forseti landsind, Iván Duque, herfyri legði fram eitt lógaruppskot um hægri skatt og fleiri avgjøld á eitt nú bensin og fleiri vanligar vørur. Serliga tann stóri miðalklassin í landinum verður hart raktur, og hóast forsetin síðani hevur tikið lógaruppskotið aftur, so halda mótmælini fram.

- Fólk eru ónøgd við ójavnan, kopputiónina og óskilið í hesum landinum, sum eitt av mótmælisfólkunum sigur við ein av nógvu altjóða miðlunum sum eru í landinum og fylgja við í tí sum hendir.

Eitt nú skrivar CBS news, at í fleiri av býunum minnir støðan mest um beinleiðis kríggj.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo