Kenda russiska punkstjørnan og aktivisturin Maria Alyokhina frá Pussy Riot, megnaði at sleppa úr húsavarðhaldinum, sum hon var í, eftir at hava funnist at Vladimir Putin og krígnum í Ukraina.
Alyokhina kundi fingið revsiarbeiði, men við at klæða seg út sum matboð eydnaðist henni at flýggja. Via Hvítarussland og Litava kom hon til Íslands, har hon er nú, skrivar The New York Times í dag.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo