Hvussu kundi Móses leiða okkum 40 ár gjøgnum oyðimørkina, og so finna okkum eitt land sum ikki hevur olju
- Golda Meir

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Vladimir Putin og Russland hava lagt hald á umleið 400 ferðamannaflogfør sum russisk flogfeløg hava leigað frá útlandinum.

Sanksjónirnar móti Russlandi áttu at gjørt at flogfeløgini lótu flogførini aftur.

Men Putin forseti hevur undirskrivað lóg sum ger at flogførini kunnu skrásetast og brúkast í Russlandi.

Fortune hevur sett virði á flogførunum til um 10 milliardir dollarar, og hevur kallað tað sum er hent fyri eitt «rán».

Aðrir miðlar sum Politico og Telegraph, hava brúkt orðið «stuldur» um russisku atgerðina, skrivar VG..

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo