Liv Lívið Livandi
- herróp hjá ítróttarfelag

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

KREA: Fyritøkan Krea byrjaði sítt virksemi í 2003 og hevur ment seg hesi 18 árini, sum ein heildarveitari innan sniðgeving og menning av heimasíðum.

Seinastu 5 árini hevur fyritøkan eisini ment IntraKREA, ið er ein intranet loysn, sum áleið 100 fyritøkur, stovnar og handlar brúka - bæði í Føroyum og Grønlandi.

Fyri betur at miðsavna seg um intranetið kemur kemur IntraKREA at halda áfram í felagnum hjá brøðrunum Jaspur og Reimund Langgaard, sum nú kemur at eita Intra.

QODIO yvirtekur Krea og virksemi innan sniðgeving og heimasíður. Krea hevur gott samstarv og stórt álit á QODIO og stjóra tess Jógvan Andersen. Krea er sannført um, at bæði starvsfólk og kundar koma í góðar og tryggar hendur við hesum broytingum.

Krea kemur at halda áfram undir sama samleika eftir hesum broytingum.

Skrivstovurnar hjá QODIO verða á Strondum og í Klaksvík, meðan Intra heldur áfram í Runavík.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo