40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Javnaðarflokkurin: Djóni Nolsøe Joensen, tingmaður fyri Javnaðarflokkin, hevur sett landsstýrismanninum við mentamálum ein fyrispurning um Karstad-skipanina á Sernámi, sum er eitt týðandi amboð til málmenning hjá børnum við serligum avbjóðingum.

Fyrst í juli mánaði heitti Djóni Nolsøe Joensen á Sernám og avvarðandi landsstýrismann um at syrgja fyri, at tey børnini, sum hava størstan tørv á hjálp ikki verða niðurraðfest.

Hann vísti millum annað á vantandi tímar við Karlstad-skipanini, sum er eitt amboð, sum stuðlar undir menningina av mál-, talu- og
samskiftishættum hjá børnum og vaksnum. Avleiðingin av niðurraðfestingini var sambært foreldrum at børnum við serligum tørvi, at tað í dag eru fleiri børn, sum onga hjálp fáa eftir Karlstad-skipanini, og at tey fáu, sum fáa hjálp, fáa ov fáar tímar.

Framvegis er einki hent á økinum, og tí hevur Djóni Nolsøe Joensen, tingmaður fyri Javnaðarflokkin, nú sett landsstýrismanninum ein fyrispurning.

- Vit kunnu ikki liva við, at tey børnini, ið hava størstan tørv á hjálp, eru tey børnini, sum verða gloymd. At kunna samskifta verður ofta sætt sum ein tann mest grundleggjandi førleikin, vit sum menniskju hava, og hevur hann tí stóra ávirkan á lívsvirðið hjá tí einstaka. Hugsa tær, hvussu fantastisk kensla tað man vera sum foreldur at koma í tal við sítt barn, har kanska ongin vón hevur verið áðrenn, sigur Djóni Nolsøe Joensen.

Hann greiðir frá, at hann hevur sett Jenisi av Rana ein §52 fyrispurning, so hann skrivliga kann greiða frá, hvat hann ætlar at gera á hesum økinum

Djóni Nolsøe Joensen vísir á, at vantandi tilboð somuleiðis ger seg galdandi fyri onnur børn við serligum avbjóðingum, og at tey, sum fáa hjálp, ofta halda seg fáa ov fáar tímar.

- Hendan samgongan hevur tosað nógv um fiskivinnu og sendistovur og munandi minni um námsfrøði, lærdóm og familjupolitikk. Tað skal vera mín inniliga áheitan, at børnini við serligum avbjóðingum verða raðfest hægri framyvir, sigur Djóni Nolsøe Joensen.

Spurningurin kann lesast - trýst her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo