Tað ger onki, um hjúnarbandið er av seglgarni - bert seglgarnið er passaliga langt
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Mynd: Ólavur Frederiksen

Mynd: Ólavur Frederiksen

Mynd: Ólavur Frederiksen

Mynd: Ólavur Frederiksen

Mynd: Ólavur Frederiksen

Samandráttur hjá Ráðnum fyri gransking, menning og nýskapan: Gransking, menning og nýskapan eru avgerandi fyri at brynja okkum til eina framtíð við broyttum fortreytum. Tørvur er á eini hugburðsbroyting frá fatanini um, at gransking, menning og nýskapan eru ein útreiðsla, tí í veruleikanum eru tey ein avgerandi íløga fyri at menna, ríka og ikki minst tryggja okkum sum land bæði búskaparliga, samfelagsliga og umhvørvisliga í nógv ár fram.

Gransking, menning og nýskapan hava verið raðfest í ávísan mun í Føroyum seinastu árini.

Avtala er gjørd við ES um luttøku í Horizon Europe-skránni, sum veitir møguleikar fyri stórum stuðulsupphæddum til bæði gransking, menning og nýskapan. Fróðskaparsetrið hevur eisini fingið hægri játtan til fyrisiting, sum hevur bøtt um umstøðurnar at granska har.

Ráðið fyri gransking, menning og nýskapan metir, at gransking, menning og nýskapan kunnu samskipast betri á nógvum mótum í Føroyum. Nógvir ótroyttir møguleikar eru at skapa meira samvirkan millum stovnar eins og millum almenna og privata geiran. Við betri samskipan ber til bæði at fáa meira, betri og munadyggari gransking, menning og nýskapan burturúr og at spara tíð, orku og pening.

Granskingarstovnar og nýskapandi fyritøkur eru tó á einum máli um, at alstórur tørvur er á at seta nógv fleiri pengar av til gransking, menning og nýskapan í Føroyum. Játtanin til stuðulsskipanina til gransking, sum Granskingarráðið umsitur, hevur í krónum og oyrum staðið mestsum í stað í 15 ár. Við prístalsviðgerð merkir hetta í veruleikanum, at hon er minkað, samstundis sum granskaralønin er hækkað munandi.

Játtanirnar til rakstur av granskingarstovnum eiga í minsta lagi at fylgja við prístalinum og í fleiri førum økjast. Neyðugt er eisini at vera opin fyri útlendskari fígging, men tílík fígging er í stóran mun treytað av almennari grundfígging og nøktandi kørmum á stovnunum. Dagligi raksturin á granskingarstovnum má ikki verða ov tengdur at útlendskum fíggingarkeldum, tí tað gevur ov stór sveiggj í inntøkunum.

Endamálið við allari gransking í Føroyum má vera at skapa vitan til gagns fyri føroyska samfelagið, og tí er umráðandi at ansa eftir, at tað ikki vera onnur enn vit sjálvi, ið stýra.

Um eginfíggingin er lutfalsliga lítil, kann privat og útlendsk fígging skjótt taka stýringina.

Í øðrum londum verða gransking, menning og nýskapan roknað sum ein íløga, men í Føroyum verður játtanin til gransking skrásett sum ein útreiðsla, sum telur niður í tjóðarroknskapinum. Ágóðar frá íløgum í gransking, menning og nýskapan síggjast aftur á ymsan hátt og í ymsum skapi. Gransking, menning og nýskapan útvega nýggja vitan, førleikar og amboð til at nøkta verandi og framtíðar tørv á øllum samfelagsøkjum og eru í síðsta enda við til at tryggja okkara vælferð og fólkaræði.

Evroparáðið hevur sett sum mál, at 3% av BTÚ skal brúkast til gransking, menning og nýskapan. Føroyar eiga at seta sær sama mál sum londini, vit samanbera okkum við, serliga um vit skulu halda fram við og økja okkara samstarv og kapping við hesi.

Ráðið fyri gransking, menning og nýskapan mælir til, at Fróðskaparsetur Føroya fær ein munandi størri leiklut viðvíkjandi gransking, menning og nýskapan, enn tað hevur í dag.

Vísindaligu førleikarnir á Fróðskaparsetrinum eiga at verða gagnnýttir og mentir í samstarvi við aðrar stovnar. Tað fer at gera, at útbúgvingar innan til dømis matvøru kunnu skipast í samstarvi við Heilsufrøðiligu Starvsstovuna, heilsuútbúgvingar kunnu knýtast at Sjúkrahúsverkinum og fiskalívfrøði at Fiskaaling. Fyri heilsuverkið kann tað hava við sær, at Landssjúkrahúsið verður universitetssjúkrahús.

Fróðskaparsetrið skal vera eitt slag av regnskjóli yvir allar aðrar granskingarstovnar, men stovnarnir eiga framvegis at hava egna játtan og sjálvræði.

Mælt verður eisini til, at ein depil fyri gransking, menning og nýskapan verður mentur á Fróðskaparsetrinum, ið skal styrkja tvørfakliga samstarvið, bæði stovnanna millum og millum alment og privat. Ein tílíkur depil eigur at verða partur av nýggja kampusinum, ið skal skipast á Frælsinum. Hann skal verða savningarstað fyri granskarar, nýskaparar, íverksetar, íleggjarar og lesandi og kann eisini gerast karmur um eina víðkaða útgávu av iNOVA við granskingarundirstøðukervi, ið er til taks fyri allar áhugapartar.

Tað hevur stóran týdning, at Føroyar luttaka í altjóða samstarvi um gransking, menning og nýskapan, sum gevur okkum nýggja vitan og netverk. Føroyar hava valt at vera við í fleiri útlendskum skipanum, sum geva føroyskum granskarum møguleika at søkja stuðul til gransking, menning og nýskapan, men eingin skipað ætlan er fyri luttøku okkara í altjóða samstarvi.

Tað er greitt, at vit ikki gagnnýta verandi skipanir til fulnar, lutvíst vegna vantandi orku og førleikar at søkja um luttøku og stuðul.

Ráðið mælir til at styrkja karmarnar fyri føroyskari luttøku í altjóða samstarvi við at seta munandi játtanir av til luttøku í evropeiskum og norðurlendskum partaløgum og til fyrisitingarligan stuðul til arbeiðið við umsóknum og verkætlanum.

Fyrisitingarligur stuðul til umsóknararbeiði og verkætlanarfyrisiting er vorðið raðfest í ávísan mun við nýggju granskingar- og framtakseindini á Fróðskaparsetrinum. Ráðið mælir til, at hendan tænastan eisini verður tøk hjá øðrum granskarum og nýskaparum enn teimum, sum eru beinleiðis knýtt at Fróðskaparsetrinum.

Talið av granskarum í Føroyum er nógv økt seinastu árini, men enn er tørvur á at menna føroyska gransking innan fleiri fakøki. Bert 24 av teimum 122 føroyingunum, sum hava lokið ph.d.-prógv seinastu 10 árini, hava gjørt tað á Fróðskaparsetrinum. Ynskiligt hevði verið at fingið fleiri hægri útbúgvingar í Føroyum, serliga innan tøkni, KT, byggifrøði og matvørufrøði.

Ráðið mælir til, at ein ætlan verður løgd fyri, hvussu Føroyar kunnu verða meira áhugaverdar fyri teir bólkar av starvsfólki, granskarum og íverksetum, sum tørvur er á, og hvussu fleiri útbúgvingar kunnu verða skipaðar á hesum økjum.

Í grannalondunum eru stuðulsskipanir og fíggingarleistir, sum vit ikki hava roynt í Føroyum.

Fleiri lond hava skattafrádráttir fyri granskingar-, menningar- og nýskapanarvirksemi og skattafyrimunir fyri útlendskar granskarar. Ráðið mælir til at kanna, um tílíkar skipanir høvdu verið gagnligar í Føroyum.

Sí alla frágreiðingina her

Mynd: Ólavur Frederiksen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo