40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Týsdagin 24. mai, kl. 8:45 til 16:15 verður almenn ráðstevna, har rúsevnismisnýtsla verður sett á breddan. Ráðstevnan verður hildin í Lívdini í Hoyvík.

Ráðstevnan tekur útgangsstøði í Heildarætlanini um at fyribyrgja og tálma rúsevnismisnýtslu í Føroyum, sum varð almannakunngjørd í vár. Í heildarætlanini er dentur lagdur á fyribyrging í breiðum týdningi, har trivnaður, góðir felagsskapir og samstarv tvørtur um geirar eru lyklaorð.

Á ráðstevnuna verða tvey yvirskipaði evni viðgjørd:

- Hví er trivnaður, so týdningarmikil, tá ið tað kemur til fyribyrging?

- Hvussu hjálpa vit teimum, sum longu hava ein trupulleiki?

Fleiri áhugaverdir fyrilestrarhaldarar fara at umrøða evni úr heildarætlanini úr ymiskum sjónarhornum og orðaskifti verður um, hvussu vit seta átøkini í heildarætlanini í verk.

Les alla skránna her

Luttøka á ráðstevnuni er ókeypis, men tað er neyðugt at melda til við at senda ein teldupost til jennyt@tinganes.fo 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo