Tað, sum nógv er hatað, er ofta illa fatað
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Spennandi ráðstevna verður mikudagin 6. mars á Vinnuháskúlanum í Tórshavn um Sjóvinnuútbúgvingar. Ókeypis atgongd.

Føroyar eru ein sjóvinnutjóð burtur av við dugnaligum fólkum innan økið. Men hvussu nógv fyllir sjóvinna innan útbúgvingarøkið ?

Á ráðstevnuni verður serliga umrøtt, hvør tørvurin er og fer at vera í framtíðini á útbúgvingum innan sjóvinnu. Ráðstevnan setir m.a. spurningin “Eru Føroyar ein sjóvinnutjóð um 20 ár?”

Fortreytirnar í Føroyum áttu at verið góðar fyri einari framhaldandi sterkari og fjølbroyttari sjóvinnu – hóast vandar kunnu hómast, um vit ikki fylgja við í altjóða kappingini.

Ráðstevnan fer vónandi at vísa á ymiskar tørvir, fremja vitanina og vísa á týdningin á støðugari menning innan sjóvinnuna.

Ráðstevnan vendir sær serliga til fólk í undirvísingarumhvørvinum, vinnuni, politisku skipanini og lærarar. Men onnur við áhuga fyri evninum eru eisini vælkomin.

Vinnan er væl umboðað, og fer at greiða frá avbjóðingum og møguleikum, sum vinnan sær fyri sær.

Jón Brian Hvidtfeldt kemur at leiða orðaskiftið, sum m.a. snýr seg um:
• Hvørjar útbúgvingar hava vit tørv á nú og í framtíðini
• Tøkni og grøna umskiftið
• Útbúgvingartørvur innan shipping

Á skránni vera eisini hesir fyrilestrar:
• Búskaparligi týdningurin av maritimu vinnuni, Hans Ellefsen, Fróðskaparsetur Føroya

• Har vinna og akdemia møtast, Thomas Roslyng Olesen, Head of maritime research alliance, Copenhagen Business School

• Færri skip og sjófólk – hvørja kós skulu vit seta? Hans Johannes á Brúgv, Sjóvinnustýrið

• Sjóvinna á miðnámi. Royndir frá HF í Søfart í Danmark, Jens Fredrikssen, HF-Søfart

• Útbúgvingarsamstarv í ríkisfelagsskapinum, Nina Qvistgaard, Danmarks Tekniske Universitet

Hóast ráðstevnan er ókeypis, er neyðugt við tilmelding á hesu leinkju, har meira kunning sæst:

SJÓVINNU ÚTBÚGVINGAR í Føroyum | Advent Management

Fyriskiparar av ráðstevnuni eru Blue Faroe Islands í samstarvi við Undirvísingarstýrið.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo