Mær dámar ikki at binda meg til hvørki Himmal ella Helviti. Eg havi vinfólk bæði støðini
- Mark Twain

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Gunvør Balle vil í fjølmiðlunum vera við, at eg sum borgarstjóri í Havn geri mun á pensjónistum.

Hon vísir til parkeringsskipanina í býnum og til gjøld á eldraøkinum.

Einki høpi er í hesum.

Øll eru líka fyri lógini, tá um ólógliga parkering viðvíkur. Her verður ikki spurt eftir aldri ella bústaði.

Viðvíkjandi gjøldum til eldraøkið, so er hetta skipað í kunngerð frá landsstýrinum. Tá eldraøkið varð lagt út til kommunurnar í 2015 manglaði eitt, og tað var at geva kommunum heimild til at prístalsviðgera gjøldini.

Tað merkir, at eingin prístalsviðgerð hevur verið frá 2015 til 2022, tá tað varð broytt. Hesi ár eru tænasturnar nógv øktar og betraðar.

Kommunurnar í øllum landinum hava valt at vera saman um gjøldini viðvíkjandi búplássi á røktarheimi, heimatænastu, umlætting v.m. Tað merkir, at prísurin er tann sami allastaðni. Borgarstjórin í Havn ger tí ongan mismun.

Haraftrat eru gjøldini samhaldsføst soleiðis, at gjøldini eru knýtt at inntøkuni hjá borgaranum, sum fáa ávísa tænastu. Tess minni inntøku, tess lægri gjald.

Heldur ikki her ger borgarstjórin í Havn mismun á pensjónistum.

Tilboð
Gunvør Balle vil, at øktu gjøldini skulu fara til at geva búfólkum fleiri venjingar og betri tænastu. Hon vil vera við, at røktarheim eru væl útgjørd við veningarhølum, men tey eru fyri tað mesta tóm.

Sum omanfyri nevnt, so eru øktu gjøldini ein prístalsviðgerð av verandi kostnaði, og tí ikki beinleiðis til at økja um tænastuna.

Men tá tað er sagt, so hevur kommunan sjálv ment og fíggjað eina røð av nýggjum tilboðum og tænastum,  sum bæði heimabúgvandi og borgarar, sum búgva á røktarheimi, fáa ágóðan av.

Hetta hevur býráðið staðið saman um. Millum annað er normeringin økt í tveimum umførum. Aktivitetstoymið er skipað, og sum arbeiðir fyri, at búfólk fáa upplivingar og felags sosial tiltøk av alskyns slag.

Og ongastaðni standa venjingarhølini tóm. Tey verða dúgliga brúkt, bæði av búfólkum og heimabúgvandi borgarum, sum eru á venjingarliðum og ganga í virkis- og venjingarstovum.

Samsvarandi strategiini “sum longst í egnum heimi” hevur kommunan útbygt venjingartilboðini munandi. Í løtuni brúka uml. 800 borgarar hesi tilboð.

Heðin Mortensen
Borgarstjóri

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo