40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Á middegi gjørdi formaður Starvsmannafelagsins bandaða samrøðu við tíðindasending Kringvarpsins, nú Fíggjarmálaráðið ynskir at ógildað sáttmálan, sum vit undirskrivaðu fyrr í vár. 

Greiðu boðini frá Súna Selfoss, formanni Starvsmannafelagsins, vóru, at vit hava ein sáttmála, sum er galdandi til 1. okt. 2021, og at hann halda vit okkum til. Eisini segði formaðurin, at hann kann ikki úttala seg um uppskotið frá Fíggjarmálaráðnum, fyrr enn nevndin hevur viðgjørt tað.

Kortini velur Kringvarpið at gera hesa niðurstøðu: “Avvísir ikki at strika lønarhækkan”.

Henda niðurstøða endurspeglar á ongan hátt tað, sum formaðurin segði - tvørturímóti. 

Her er talan um eitt eldfimt mál fyri alla føroysku fakfelagsrørsluna, tí tað er neyvan áður komið fyri, at ein fíggjarmálaráðharri hevur skotið upp at ógilda ein undirskrivaðan sáttmála. Sostatt er umráðandi, at málið verður ikki reingjað av Kringvarpinum, og tað er heldur ikki uppgávan hjá einum seriøsum miðli. 

So fyri at endurtaka boðskapin: Starvsmannafelagið hevur undirskrivað ein sáttmála við Fíggjarmálaráðið, sum er galdandi til 1. okt. 2021, og tað fyrihalda vit okkum til. Uppskotið frá Fíggjarmálaráðnum er ikki viðgjørt í nevndini enn, so tað kunnu vit ikki úttala okkum um enn.

Starvsmannafelagið

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo