Maðurin stýrir verðini. Konan stýrir manninum
- Spanskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Nevndin í SÍ hevur í kvøld avgjørt at seta Rajko Sladjana Petrovic sum venjara hjá 10 liðum komandi kappingarár. Rajko hevur sum venjari farna vetur, víst evnir og úrslit sum fáur, har Sí hevur fingið bestu úrslit nakrantíð.

- Við Rajko sum venjara, hevur SÍ vunnið 4 steypafinalur og 7 meistaraheiti. Einki felag í landinum er komið nær so góðum úrsliti, skrivar SÍ á sínum Facebook-vanga.

Rajko Petrovic er settur aftur at venja G12, D12, G14, D14, G16, D16, kvinnuunglingar, mansunglingar og meistardeildina hjá monnum. Komandi kappingarár hevur nevndin avgjørt eisini at seta Rajko at venja Meistardeildina hjá kvinnum.

- Raiko kom til Sí fyri 17 árum síðan sum venjari og spælari og tað hevur hann gjørt síðan, tó við undantaki av árunum frá 2005-2009. Hesi árini hevur Rajko gjørt SÍ til besta flogbóltsfelag í landinum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo