Tramin er ein gentilmaður, sum ongantíð fer hagar, hann ikki verður boðin
- John A. Lincoln

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

SÍ hevur kvalifiserað seg í 9 av 10 steypafinalum hjá teim yngru í flogbólti, sum vera um vikuskiftið. Hjá øllum SÍ-liðunum eitur venjarin Rajko Petrovic, sum annahvørt sum spælari ella venjari byrjar sína flogbóltsfinalu nr. 100 sunnudagin kl. 14,15.

Rajko Petrovic kom í 2001 til Føroya at leika við Meistaradeildini hjá SÍ. Seinni gjørdist hann spælandi venjari hjá liðnum.

Í 2006 fer hann av aftur landinum, men longu í 2009 kemur hann aftur til SÍ.

Í 2010 byrjar hann at venja ungdómslið hjá felagnum og síðstu árini hevur hann vant øll ungdómsliðini.

Hansara ungdómsarbeiði í Sørvági hevur givið sera góð úrslit og er SÍ mest vinnandi felag í yngru deildunum.

Í Steypafinalunum fyri yngri deildir, sum verða nú leygardagin og sunnudagin, hevur hann megnað at fingið SÍ at kvalifisera seg til 9 av 10 ungdómsfinalum.

Rajko hevur sjálvur spælt í mongum Steypa- og FM-finalum. Sum venjari hevur hann megnað at fingið eitt stórt tal av liðum í finalur.

Við at telja saman sæst, at tá Steypafinalan hjá G14 byrjar sunnudagin kl. 14.15, og er tað samstundis flogbóltsfinala nr 100 hjá Rajko Petrovic.

Hetta er helst eitt met, sum er ómetaliga ringt at taka.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo