Maðurin stýrir verðini. Konan stýrir manninum
- Spanskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Flogbóltsfelagið, Sørvágs Ítróttarfelag, hevur gjørt sáttmála við høvuðsvenjarar.

Gullvenjarin, Rajko Petrovic, fer aftur í vetur at venja øll ungdómsliðini og meistarardeildina hjá monnum.

Annika á Stongum verður høvuðsvenjari hjá meistaradeildini hjá kvinnum og hennara hjálparvenjari verður Jacob Melchior Hansen. 

Seinasta kappingarár var besta árið hjá SÍ nakrantíð. Í Steypakappingini fyri yngri deildir, megnaði gullvenjarin Rajko Petrovic at vinna 9 av 10 steypafinalum. Hann skrivaði søgu.

Aftur í vetur, hevur Rajko átikið sær at venja øll ungdómsliðini. Tey eru gentir 12 ár, G14, G16, G19 og kvinnuunglingar.

Eisini venur hann Dreingir 12 ár, D15, D17 og mansunglingar. Og unga meistaradeildarlið hjá monnum hevur aftur í vetur Rajko Petrovic til venjara. 

Annika á Stongum hevur í mong ár verið millum bestu flogbóltleikarar í Føroyum. Hon hevur leikt við barnsdómfelagnum SÍ, men hevur eisini leikt við Mjølnir, umframt at hon hevur leikt við donskum felag í lestrartíðini. Hon eigur eisini hópin av landsdystum í skjáttuni.

Nú skal hon fyri fyrstu ferð royna seg sum høvuðsvenjari í meistaradeildini hjá SÍ-kvinnum.

Avtala er eisini gjørd við annan royndan SÍ-leikari, Jacob Melchior Hansen, sum verður hjálparvenjari í meistaradeildini hjá SÍ-kvinnum

Nevndin í SÍ vónar eitt gevandi og spennandi kappingarár.   

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo