40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Útlendis ítróttur

Venjarin hjá Manchester United, Ralf Rangnick, minnir líka á, at hann hevur ment minst seks av stjørnunum sum nú stórspæla í Liverpool.

Tað skrivar The Telegraph.

Rangnick var sportsdirektørur í Red Bull árini 2012 til 2020 og hevði ábyrgdina av at menna seks av profilunum sum í løtuni stórspæla í Liverpool og sum hava verið viðvirkandi til suksessina hjá Liverpool.

– Teir eru góðir, sera góðir, men tað er eingin tilvild at teir eru so góðir, sum teir eru nú. Jürgen hevur bygt upp eitt lið seinastu seks og eitt hálvt árini, segði Ralf Rangnick á tíðindafundi, sambært The Telegraph, áðrenn hann leggur afturat:

– Seks ella sjey av spælarunum hann hevur nú vóru fyrrverandi leikarar hjá mær. Vit gjørdu sáttmálar við teir til okkara feløg, tá ið eingin visti, hvørjir teir vóru, sigur Manchester United-venjarin sambært TV 2.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo