Kringvarpið: Hósdagin í næstu viku fer Føroya rættur at viðgera ósemjuna um brunatrygdina í nýggju farstøðini á flogvøllinum í Sørvági, visti Útvarpið at siga í morgun.
Føroya rættur er biðin um at avgera, hvør eigur myndugleikan at góðkenna brunatrygdina í farstøðini á flogvøllinum: Brunaeftirlitið ella Sørvágs kommuna.
Vørn hevur vegna Brunaeftirlitið stevnt Sørvágs kommunu og P/f Vága floghavn, tí sambært Brunaeftirlitinum varð farstøðin ólógliga tikin í brúk í fjør.
Brunaeftirlitið heldur uppá, at tað er myndugleikin, ið skal góðkenna brunatrygdina í farstøðini. Og tað hevur Brunaeftirlitið ikki gjørt, skrivar Kringvarpið.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo