Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Bøkur

Leygardagin kemur ”RETORIKKUR” eftir heimspekingin Aristoteles út á føroyskum. Forlagið Hemlið gevur bókina út.

Í bókini viðgerð Aristoteles kynstrið at tosa sannførandi alment. Hetta at duga at orða seg framman fyri øðrum var ein avgerandi førleiki hjá politikarum í forna Grikkalandi.

Sum við fleiri øðrum verkum eftir Aristoteles hevur ætlanin ongantíð verið at breiða læruna um orðasnildi út alment. Verkið byggir á tað, sum næmingar hjá Aristotelesi hava skrivað niður í undirvísingini.

Í bókini greinar Aristoteles gjølla teir lutir, sum geva ein greiðan boðskap í almennum orðaskifti.

Aristoteles helt, at kynstrið at tosa sannførandi er alneyðugt til tess at finna semjur í almenna rúminum. Heimspekingurin leggur dent á, at sannførandi framburður skal verða grundaður á logikk og vitan heldur enn kenslur og óreiðiliga ávirkan.

Eilif Samuelsen hevur flutt verk Aristotelesar yvir í føroyskt mál. Hóast bókin er skrivað fyri meira enn tveytúsund árum síðani, finnur nútíðar lesarin nógva vitan á blaðsíðunum, sum er ógvuliga viðkomandi í dagsins samfelag.

Forlagið HEMLIÐ gevur út klassikarar í heimsbókmentum og hevur higartil givið út 16 bøkur. Yvirlit yvir allar bøkurnar sæst á hemlid.fo

Bókin er 281 bls.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo