40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Synergi: Kom og lær teg Revit stig fyri stig. Sera góður lærari, sum fekk heili 10,7 í eftirmeting seinast. Eftirsum hetta er eitt grundskeið, er ikki neyðugt at kenna forritið áðrenn. Tó er neyðugt at duga at nýta teldu á brúkarastøði.

Á skeiðinum verður tú latin í til at arbeiða við Revit Architecture! Øll (ella nógv) bygging verður í dag planløgd út frá BIM-modellum, har tey flestu modellerast í Revit. Tí er Revit týdningarmikið fyri øll, sum arbeiða við - ella fegin vilja arbeiða við - byggjarí og design innan øki. Perspektivini í BIM-modellunum eru víð og hava potentiale til at kunna nýtast langt inni í rakstrinum og viðlíkahaldinum. (BIM: Bygnings Informatións Modellering).

Skeiðið er í 3 dagar, frá 20. – 22. september. Undirvísingarformurin er ein blandingur av uppleggum frá undirvísara og venjingum í mun til skeiðstilfarið. 

Allir luttakarar fáa hvør sítt eintak av "BIMbogen". Skeiðstilfari er á enskum, men undirvíst verður á donskum.

Skeiðið er eitt samstarv millum Synergi og VIA University College í DK.

"Skeiðsleiðarin var rættiliga greiður og tók tað stig fyri stig. Tað gjørdi, at tað var lætt at fylga við." Luttakari seinast

Bert 3 pláss eru eftir – max 10 kunnu luttaka. Tilmelding HER! ella á www.synergi.fo

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo