Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Reyði Krossur: Reyði Krossur Føroya er farin undir arbeiðið at gera eina tilbúgvingarætlan, sum kann setast í verk, tá ella um flóttafólk koma til Føroya, hvørt tað skuldi verið í dag ella einaferð í framtíðini. Við hesi tilbúgvingarætlan verður kannað nærri, hvussu sivil samfelagið og privatar fyritøkur í samstarvi við Reyða Kross kunnu veita hjálp ella stuðul til flóttafólk.

Sum liður í at gera tilbúgvingarætlanina, verður ein simulatión gjørd, har Reyði Krossur ímyndar sær, at tríggjar flóttafólkafamiljur eru komnar til Føroya. Hareftir verður kannað, hvussu Reyði Krossur kanna traðka til fyri at hjálpa, vegleiða og nøkta bráðfeingistørv hjá hesum fólkum, t.e. eitt nú at fáa tak yvir høvdið, mat og klæði, heilsukanning, tulkatænastu, sálarfrøðiliga hjálp o.a. Tvey sjálvboðin og eitt starvsfólk eru farin undir hesa simulatión, har tey eftir einum leisti arbeiða við at nøkta ymsu tørvirnir. Við hesum fær Reyði Krossur eina hóming av, hvussu er at skula gera hetta arbeiði í praksis, og er hetta týðandi vitan at savna inn í samband við fyrireikingina til tilbúgvingarætlanina.

Harafturat verður eitt veruligt hjálparnetverk fyri flóttafólk, nevnt Flóttahjálpin sett í verk. Her kann sivil samfelagið, t.e. privati borgarin og felagsskapir, og privatar fyritøkur, tekna seg at verða antin sjálvboðin ella samstarvspartar í Flóttahjálpini. Sostatt fær Reyði Krossur longu nú skapa eitt netverk av sjálvbodnum og samstarvspørtum, ið gerast partur av tilbúgvingini hjá Reyða Krossi, og eru til reiðar at traðka til, um flóttafólk koma til Føroya. Í hesum sambandi kunnu áhugaði fara á heimasíðuna at lesa meir, og somuleiðis tekna seg í Flóttahjálpini.

Við støði í vitanini frá simulatiónini, sjálvbodnum og samstarvspørtum í Flóttahjálpini, ber til hjá Reyða Krossi at gera eina nágreiniliga tilbúgvingarætlan, sum eftir ætlan verður løgd fram hósdagin 16. desember kl. 19:00 í hølunum hjá Reyða Krossi í Stiðjagøtu 6.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo