40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Ríkisfelagsskapurin er ein styrki fyri øll trý londini, og fyri okkum føroyingar ein vinningur, sum vit alt ov ofta taka fyri givið. Tað er í verandi løtu bert Sambandsflokkurin, sum ynskir at varðveita henda felagsskap undir verandi kørmum, og tí er umráðandi, at føroyingar standa saman um sambandspolitikkin og tey virði, sum Ríkisfelagsskapurin gevur okkum.

Sum partur av Ríkisfelagsskapinum kunnu vit velja okkum eitt ES-pass, hóast vit ikki eru limir í ES. Hetta er nakað vit fingu tillutað í Heimastýrislógini frá 1948. Tá danir fóru frá donskum passi, fingu vit sum partur av Ríkinum atgongd til ES-pass.

Hetta ger, at vit kunnu lesa og arbeiða í øllum ES-londum, og hartil hava sjófólk okkara stórar fyrimunir við ES-passinum. Tað eru 80% av føroyingum, sum brúka ES-passið.

Sum partur av Ríkisfelagskapinum, hava danir sendistovur nærum um allan heim, og tað gevur atgongd til tær tænastur sendistovurnar veita. Eg kundi nevnt nøkur dømi, har vit sum ríkisborgarar hava brúk fyri hesum.

  • Vinnuligur stuðul/ráðgeving (gera óivað alt ov lítið brúk av hesum)
  • Um passið blívur burtur
  • Um tað brádliga hendur ein vanlukka í landinum
  • Um vit gerast sjúk, ella um vit eru út fyri einum ráni
  • Tá útlendingar skulu til FØ at arbeiða

Tíbetur eru omanfyri nevndu viðurskifti nakað, sum vit uppliva sjáldan. Men tíverri koma nógvir Føroyingar á hvørjum ári út fyri at hava brúk fyri bráfeingis hjálp. Tá er tænastan frá donsku sendistovunum ein sera góð hjálp, sum hevur til endamáls at tæna borgaranum í Ríkinum á staðnum.

Jaspur Langgaard
valevni fyri Sambandsflokkin

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo