40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Í gjár tann 29. september blivu tær 17 nýggju metro-støðirnar endiliga lidnar og latnar upp fyri forvitnum fólki.

Tað var næstan eitt ár seinni enn ætlað, men leingi er tað, ið væl skal vera.

Túrarnir vóru gratis fyri allar brúkarar í gjár.

Margreta drottning var við í tí fyrsta tokinum og dámdi sera væl.

- Tað møttu annars so nógv fólk, at tey máttu slúsast inn í avmarkaðum bólkum meginpartin av degnum.

Við hesum stórfingna tiltaki verður møguligt at koma líka frá Eystarubrúgv til Frederiksberg ella Kongens Nytorv, uttan at skulla gjøgnum miðbýin fyrst.

Endiliga hevur sjálvt Ráðhúsplássið fingið eina sera tiltrongda og praktiska støð.

Projektið fer at gera nógvar centralar buss-linjur heilt óneyðugar.

Roknað verður við, at tað fara at verða seldar millum 120 og 125 milliónir metro-billettir longu næsta ár.

Men tað er eisini neyðugt við nógvum passagerum, hvis tann ovurdýra metro-linjan skal forrenta seg.

Fyri tey, sum kenna Kjøpinhavn er tað ein fragd at síggja, at man kann orientera seg eftir útsjónd av hvørjari metrostøð, tí allar eru arkitektoniskt ymiskt konstrueraðar.

Endiliga eru tær tríggjar støðirnar, sum  hava felags-samband við S-toks-støðir innrættaðar í eyðkendum reyðum lítum. Tað eru Høvuðbanin, Østerport og Kongens Nytorv.

Longu í 2024 roknast við tveimum nýggjum metro-støðum afturat. Tær skullu liggja út móti Nordhavn, so tann skjótt veksandi Kjøpinhavn er mitt í síni allarstørstu trafikalu revolutión, sum fer at minka munandi um  tær dálkandi buss-linjurnar og eisini aðra bilferðslu.

Kønir menn siga, at tann kjøpinhavnska metroin í æstetiskum sniði er ein tann mest eleganta í allari verðini.

Virgar T. Dalsgaard

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo