Í kjaki er tað ofta hann ið órættin hevur, sum harðast rópar
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Tað gongur strilti at fáa lønandi rakstur í at menna grønar orkuloysnir til skip. smápartafelagið Decision3, sum fæst við GreenSteam verkætlanina, hevði 27 milliónir krónur í halli í fjør. Tað er 10 mió kr meira í halli enn í fjør. Hetta er 14. rakstrarárið, øll hava givið hall, og tilsamans hevur felagið nú avbrent 92 milliónir krónur í samlaðum halli øll árini.

Tað hevur annars gingið væl at fáa íleggjarar at trúgva uppá verkætlanina. Umframt Granskingarráðið hava íløgufeløgini Framtak, Birting og Royndin spýtt í, og tað hevur oljufelagið BP Castrol eisini.

Útreiðslur til starvsfólk vóru 6,6 mió kr og til fígging 3,5 mió kr. Fíggjarstøðan javnvigaði við 7 mió kr og eginognin var negativ við 41 mió kr við ársbyrjan.

Felagið hevur í apríl 2019 gjørt avtalu um upptøku av konvertiblum láni á tilsamans 6 mió amerikanskar dollarar til tess at tryggja gjaldføri. Helvtin var inngoldin í desember í fjør og hin helvtin í februar í ár, sæst í notunum til roknskapin, sum tí eisini er settur upp við framhaldandi rakstri fyri eyga.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo