Blæur og politikarar eiga at verða skift javnan - og av somu orsøk
- Joseph Sobran

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Ein risastórur krani er í morgun komin til landið við farmaskipi.

Kranin skal seta risastóru vinmyllurnar hjá Vindrøkt upp á Gellingarkletti komandi dagarnar. Myllurnar liggja í elementum í Kollafirði. Fleiri partar koma til landið næstu vikurnar.

Talan er um eina verkætlan sum ikki áður hevur sæð sín líka í Føroyum, tí alt er so stórt.

Til dømis eru myllurnar góðar 91 metrar høgar og tær viga væl yvir 400 tons hvør. Bara bløðini viga 16 tons og eru 57 metrar long.

Jóhann í Niðristovu, sum er ein av stigtakarunum, upplýsir fyri VP, at teir skulu brúka tilsamans fýra kranar at seta myllurnar upp. Tann sum í dag er komin til landið kann lyfta 800 tons á tríggjar metra radius.

- Er veðrið við okkum stendur alt uppi í næsta mánaða og vit kunnu byrja so smátt at royndarkoyra í mai. Í juni skuldi verið klárt at framleitt streym og so hava vit summarið til at gera ymiskar tillagingar, sigur Jóhann í Niðristovu við VP.

Verkætlanin øll sum hon er hevur eitt samlað virði uppá yvir 200 milliónir krónur.

Myndirnar hevur Ólavur Frederiksen tikið.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo