Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Bøkur

- Hóast 2019 var eitt óvanliga gott bókaár, so var vøksturin av bókasøluni sløk 10% í 2020.

- Bókaútsøla var í apríl mánaði, so hetta er ein partur av vøkstrinum, men annars so økja vit bókasøluna í fleiri av mánaðunum, sigur Kári Árting, stjóri í Rit&Rák til spurningin, hvussu var við bókasøluni í 2020. 

- Sum rótskot var ikki millum 10 tær bestu í jólasøluni, og tað vóru heldur ikki Ein táttur er silvur og Í stovuni sofu. T.v.s. at tað ikki er altavgerandi fyri søluna, um bókin kemur beint undan jólum ella ikki, sigur Kári Árting.

Bæði Góðaráð og Karius og Baktus eru higartil komnar út í seks útgávum.

- Í seinasta ársfjórðingi seldu vit meira enn 750 ymiskar bøkur á føroyskum, men av hesum var ein triðingur av titlunum seldur í einum eintaki.

Kári Árting sigur, at bókasølan á nethandlinum ritograk.fo setti met, bæði í mars/apríl, tá handilin var stongdur av koronu og í desember.

- Men enn er sølan á netinum ein brotpartur av tí, sum hon er í handlinum, sigur Kári Árting.

Listi yvir mest seldu føroysku bøkurnar:
PARANOIA
HEIMABAKSTUR
SKAKANDI TILBURÐIR 15
FJALLANØVN Í FØROYUM
EIN ANNAR ER GULL
SUM RÓTSKOT
EIN TÁTTUR ER SILVUR
Í STOVUNI SOFU, Í KØKI KOMFÝR
KETILOSTUR, MAÐURIN UMBORÐ OG PUTURSUKURVEÐRAR
GÓÐARÁÐ
GIMBURLOMBINI
FISKIVINNAN SUM BROYTINGARAMBOÐ HJÁ AMTMANNINUM
FÓLKALÍVSMYNDIR
ROYNDIN
BØN FYRI TJERNOBYL

Barnabøkur
5 MINUTTIR LONG ÆVINTÝR
LUDDI & LUNDISA OG EIN RISA PISA
IKKI KITLA LEYVUNA
DINOSAURVINIR - EGGIÐ
MÍN DAGUR Í VØGGUSTOVU
BARNASANGBÓK FØROYA
DJÓRALJOÐ
MUMIDALSVINIR
KARIUS OG BAKTUS
TRAKTORURIN HJÁ FLEKKI

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo