Tað, sum nógv er hatað, er ofta illa fatað
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Bridgesambandið: Fastur táttur á skránni hjá FBS í nógv ár hevur verið tann árliga Silvurkappingin í Suðuroy. Hon verður vanliga spæld síðsta leygardag í januar í skúlanum í Hovi.

Í ár vóru 10 pør við í kappingini, sum er heldur færri enn vanligt. Tað kann tykjast løgið, at bara nøkur heilt fá pør úr Suðuroy spældu við í kappingini. Tey flestu komu norðanífrá.

Ein orsøk er uttan iva, at talið av bridgespælarum í Suðuroy er í minking, og tey, sum enn spæla, eru farin at eldast og ikki hætta sær at fara til eina so drúgva kapping sum hesa. Vónandi kemur skjótt broyting í har suðuri, soleiðis at fleiri fara at spæla bridge.

Spæld vóru tilsamans 45 spøl. Byrjað var at spæla kl 10 fyrrapart, og liðugt var umleið kl 17.

Gleðiligt var kortini, at tey bæði suðuroyarpørini í kappingini stóðu seg væl og tóku silvur og bronsumerkini.

Úrslitið av kappingini var hetta:

1. Rói á Rógvu Joensen – Dánjal Pauli Mohr 66,78 %
2. Connie Thomsen – Margretha Borgardal 52,44 %
3. Óli Holm – Hans Jacob Petersen 51,78 %
4. Allan Dal-Christiansen – Pól Egholm 51,39 %
5. Robert Langgaard – Dia Jacobsen 51,11 %
6. Símun Lassaberg – Árni M. Dam 50,22 %
7. Arne Mikkelsen – Bogi Simonsen 49,72 %
8. Henriette Svenstrup – Oddmar Danielsen 46,11 %
9. Anna Olsen – Jóhanna Lava Køtlum 42,11 %
10. Jákup Hjaltalin – Arnbjørn Sivertsen 41,00 %

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo