Tað, sum nógv er hatað, er ofta illa fatað
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Vágs kommuna: Á býráðsfundinum mánakvøldið 19. juni 2023 varð roknskapurin hjá Vágs Kommunu fyri árið 2022 viðgjørdur og samtyktur.

Samlaðu inntøkurnar hjá Vágs Kommunu í 2022 vóru 75,0 mió. kr. Tá fíggjarætlanin fyri 2022 varð samtykt, varð mett, at Vágs Kommuna fór at hava inntøkur á umleið 67,0 mió. kr. Sostatt vóru inntøkurnar umleið 8,0 mió. kr. ella 12% hægri enn mett varð í fíggjarætlanini. Til samanberingar vóru inntøkurnar í 2021 68,6 mió. kr.

Íløgurnar
Vágs Kommuna gjørdi í 2022 íløgur fyri tilsamans umleið 8,0 mió. kr.

Vegir og ferðsluviðurskifti
Sum vant, so er tekniska økið ein týðandi partur av íløgunum. Asfalterað varð á Kráavegi, Kálhagabrekku og vegurin til Brekkubø varð liðugt gjørdur við asfalti og gøtuljósum. Busslummi varð gjørdur eystan fyri skúlan fyri at betra um ferðslutrygdina, samstundis sum at nýggj parkeringspláss vóru gjørt norðanfyri kommunuskrivstovuna og skúlan.

Barnagarðurin og Vágs skúli
Onnur týðandi økir, sum fingu ein størri part av íløguni í 2022 var barnagarðsøkið. Grannahúsið hjá Eikilund varð keypt og er síðani dagført. Húsið verður eftir ætlan tikið í nýtslu í nærmastu framtíð.

Vágs Skúli hevur verið dagførdur leypandi gjøgnum tey seinastu árini og soleiðis var eisini í 2022, har ljós vóru skift við LED, nýggj telduútgerð, borð og stólar til floksstovurnar vórðu keypt.

Páls Høll og Fiskaplássið á Løðhamri
Móttøkan í Páls Høll varð dagførd og eisini varð nýggj teknisk útgerð til stýring av langhylinum og barnahylinum sett upp. Vágs Kommuna og Styrki Fitness gjørdu avtalu um venjingarhølið í Páls Høll.

Verkætlanin við Fiskaplássið á Løðhamari fekk eisini sín part av íløgunum í 2022, har benkur vóru settir upp og garður varð stoyptur oman móti sjóvarmálanum, tað arbeiði heldur fram í 2023.

Stigabilurin
Vágs Kommuna hevur saman við hinum kommununum í oynni gjørt íløgu í stigabil, sum betrar munandi um tilbúgvingina.

Raksturin
Raksturin av Vágs Kommunu kostaði í 2022 58,8 mió. kr., ið er ein hækkan á umleið 3% ella 1,7 mió kr. í mun til raksturin í 2021. Hækkingin stóðst av hækkandi lønarútreiðslum. Annars vaks vanligi kommunali raksturin ikki.

Umframt kommunala raksturin, so er Vágs Kommuna eisini partur av fleiri kommunalum samstørvum, m.a.  Bú- og Heimatænastuna í Suðuroy og Barnaverndatænastuna í Suðuroynni. Barnaverndartænastan í Suðuroynni kostaði Vágs Kommunu 2,5 mió kr. í 2022, sum er tað sama sum í 2021. Eldraøkið kostaði Vágs Kommunu 18,8 mió. kr. í mun til 18,1 mió kr. í 2021.

Úrslitið av rakstrinum hjá Vágs Kommunu, sokallaða RLÚ, í 2022 varð eitt avlop á 7,2 mió. kr., sum er 5,2 mió. kr. betri enn vænta.

Í 2022 rindaði Vágs Kommuna 3,8 mió. kr. til afturgjald av lánum. Við árslok 2022 var nettoskuldin hjá Vágs Kommunu 41,9 mió. kr. sum svarar til 84,5% av eini álíkning.

Talvan niðanfyri vísir býtið á inntøkur og útreiðslur á teimum ymisku greinunum frá 2019 til 2022.

Árið í fjør hyldnaðist væl. Nógv virksemi var í Vágs Kommunu og bleiv hetta gjørt eftir politisku ætlaninum. Og okur arbeiða víðari við at betra um og at gera neyðugu íløgurnar, sigur Bjarni Johansen, borgarstjóri.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo