40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Amerikanski foresetin, Donald Trump og konan, Melania Trump, máttu leggja oyru til buuu-róp og ókvæmisorð undir hátíðarhaldi sum hevði samband við jarðarferðina hjá fyrrverandi hægstarættardómaranum, Ruth Bader Ginsburg.

Forsetin og frúan stóðu í andlitsmasku hvør sínu megin kistuna hjá 87 ára gomlu og hátt virdu Ginsburg, tá fólk, sum vórðu komin til hátíðarhaldið, fóru at rópa eftir forsetanum.

Donald Trump hevur boðað frá, at hann í næstum fer at tilnevna ein nýggja dómara fyri Ginsburg. Demokratarnir halda hivegin uppá, at tað eigur ikki at verða gjørt fyrr enn aftaná forsetavalið, sum verður 3. november.

Hvussu hægstirættur er samansettur hevur stóran týdning í USA, tí rætturin hevur stóra ávirkan á eitt nú fosturtøku, rættin at bera vápn, deyðarevsing og rættin at atkvøða.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo