Jón Rasmussen, skipari á Norðborg, roknar við at Norðborg fer til fiskiskap antin í kvøld ella í morgin.
Tað eru í dag 93 dagar síðani at Norðborg fekk maskinskaða og farið var undir at skifta motorblokkin.
Jón Rasmussen sigur í stuttari viðmerking við VP, at higartil hevur alt riggað uttan nakrar stórar trupulleikar í at innkoyra motorin.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo