Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Runavíkar kommuna: Stóra útstykkingin í Leitinum í Saltangará er um at vera liðug. Hon er gjørd í tveimum stigum. Fyrstu húsini í fyrra byggistiginum eru longu reist, og 2. byggistig verður liðugt fyrsta dagin. RTS Contractors hava loyst uppgávuna fyri Runavíkar kommunu.
 
Í øðrum byggistigi eru tey ovastu 7 grundstykkini ætlað til hægri bygging – íbúðarbygging. Hesi vórðu sett til sølu í almennum útboði, og áhugin hevur verið væl størri enn útboðið. Samskift er við allar áhugaðar partar, og eftir at býráðið hin 24. juni samtykti at fara undir samráðingar við felagið St. Jørgen Ejendomme ApS., fyri at røkka einari heildarloysn í umrødda øki, hevur dúgliga verið tingast um ætlanina. Seinast í vikuskiftinum farna og sunnumorgunin vóru samráðingarliðini samd um eitt uppskot, sum kundi leggjast fyri Runavíkar býráð.
 
Á býráðsfundinum hóskvøldið hin 2. september 2021 tók býráðið einmælt undir við uppskotnu prinsippavtaluni partanna millum.
 
Hon ber í sær, at St. Jørgen Ejendomme ApS. keypir tey ovastu 7 grundstykkini frá Runavíkar kommunu. Kostnaðurin er 750 krónur fyri fermeturin og hartil 20 túsund krónur fyri hvørja búeind.
 
Ætlanin er at byggja 130-150 leiguíbúðir, og felagið ætlar, at tær fyrstu 30 íbúðirnar eru klárar at flyta inn í við ársbyrjan 2024. Hálvt ár eftir at økið er útlutað felagnum skal ein skitsuætlan fyri alt økið vera liðug.
 
Leikluturin hjá Runavíkar kommunu er at fáa matrikulering og neyðug myndugleikaloyvir til høldar, eisini í mun til ætlanir um alternativa parkeringsloysn.
 
Ætlaða íbúðarbyggingin liggur í einum øki við óvanliga góðum útsýni, hendinga góðum sólargangi og nakrar fáar minuttir til gongu frá flestu tilboðum í býnum. Skúli, ansingarstovnar, ítróttardepil, apotek, heilsudepil, ráðhús, peningastovnar og handilsgøta t.d. eru næstu grannar hjá útstykkingini, og hartil tekur tað eitt nú bert 15 minuttir at koyra inn á Vaglið í høvuðsstaðnum og 45 minuttir at aka til flogvøllin í Vágum.
 
Jóhannus Egholm Hansen, nevndarformaður í St. Jørgen samtakinum tekur soleiðis til orðanna í sambandi við nýggju ætlanina:

”Vit seta nú fulla ferð á arbeiðið at menna økið og bygningarnar, at velja ráðgevar og aðalverktakara og at seta saman røttu fíggingina, soleiðis, at fyrstu íbúðirnar ætlandi vera klárar at flyta inn í longu í 2024. Talan er um íbúðir til útleigan, tí stórur tørvur er á leiguíbúðum í Runavíkar-økinum, sum umvegis Eysturoyar-tunnilin nú er vorðin partur av landsins miðstaðarøki. Arbeiðið við at leiga íbúðirnar út fer í gongd skjótast møguligt, og áhugað kunnu longu nú venda sær til felagið fyri at skráseta seg á einum bíðilista”.
 
Runavíkar kommuna takkar øllum sum hava víst íbúðarætlanini áhuga, og ynskir St. Jørgen Ejendomme ApS. blíðan byr og hepna hond við verkætlanini.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo