Tað, sum nógv er hatað, er ofta illa fatað
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Umboðsmaðurin hevur viðgjørt eina klagu um drúgva málsviðgerðartíð og vantandi kunning frá Runavíkar kommunu í sambandi við eina umsókn um byggiloyvi til neyst.

Umboðsmaðurin helt tað vera sera átaluvert, at Runavíkar kommuna, hóast álvarsliga átalu í september 2022, enn í juni 2023 ikki hevði viðgjørt umsókn klagarans um byggiloyvi til neyst, og at Runavíkar kommuna í slíkari støðu ikki gjørdi meira fyri at kunna klagaran um støðuna við máli hansara, og nær avgerð kundi væntast.

Umboðsmaðurin gav Runavíkar kommunu eina sera álvarsliga átalu fyri hetta og sendi samsvarandi umboðsmanslógini § 10 fráboðan um málið til Løgtingið, løgmann og landsstýrismannin í kommunumálum.

Klagan viðvíkur sama máli, sum áður er klagað um tvær ferðir til Løgtingsins umboðsmann.

Fyrru ferð varð málið viðgjørt í álitinum LUM 22/08550, dagfest 19. september 2022, har álvarslig átala varð givin Runavíkar kommunu fyri handfaringina av umsóknunum um byggiloyvi til neyst.

Umboðsmaðurin vísti í álitinum á, at kommunan hevði skyldu at viðgera umsóknir um byggiloyvi eftir galdandi lóggávu og innan rímiliga tíð.

Klagarin lat Runavíkar kommunu umsókn um loyvi til at byggja neyst í mars 2021 og sendi síðani áminningar og fyrispurningar. 

Í juni 2023 hevði Runavíkar kommuna ikki enn avgreitt umsókn klagarans, hóast klagarin hevði fingið boð um, at málið fór at vera viðgjørt í viku 7 ella viku 12, og síðani í viku 17.

Klagarin sendi síðst í viku 17 og í viku 18 fyrispurningar um umsókn sína til Runavíkar kommunu uttan at fáa svar og vendi sær síðani til umboðsmannin.

Umboðsmaðurin helt, at Runavíkar kommuna beinanvegin átti at kunna klagaran um støðuna við umsókn hansara, tá hugsað varð um drúgvu málsviðgerðartíðina av málinum og ta grundaðu væntan, sum klagarin hevði um viðgerð av málinum í viku 17.

Umboðsmaðurin helt tað vera sera átaluvert, at Runavíkar kommuna, hóast álvarsliga átalu í september 2022, enn í juni 2023 ikki hevði viðgjørt umsókn klagarans um byggiloyvi til neyst, og at Runavíkar kommuna í slíkari støðu ikki gjørdi meira fyri at kunna klagaran um støðuna við máli hansara, og nær avgerð kundi væntast.

Umboðsmaðurin metti hetta vera sera álvarsamt vansketni í viðgerðini.

Umboðsmaðurin gav Runavíkar kommuna eina sera álvarsliga átalu fyri málið og sendi samsvarandi § 10 í umboðsmanslógini § 10 fráboðan um málið til Løgtingið, løgmann og landsstýrismannin í kommunumálum.

Sí álið her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo