Hvussu kundi Móses leiða okkum 40 ár gjøgnum oyðimørkina, og so finna okkum eitt land sum ikki hevur olju
- Golda Meir

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

Fyri stuttum kundi ein í einum ummæli lesa m.a. hesi orð um eina opera- framførslu í Leipzig: ” . . . . leitað má verða leingi eftir slíkari styrki, sum hon ið hoyrdist í røddini á Rúna, tá hann í leiklutinum Høgni í operuni Ragnarok rópti, at hann hevdi dripið Sjúrð . . .”. -  Og at tað her snýr seg um røddina hjá Rúna Brattaberg, er óivað onkrum lesara kunnugt.

Leygardagin hin 9. juli verður møguleiki fyri at hoyra Rúna Brattaberg syngja í Vágs kirkju! - Og tað var júst Vágs kirkja, sum gjørdist tann fyrsti pallurin, ið Rúni royndi seg á sum sangari. - Sum tannáringur kom tann nú vælkendi operasangarin upp í Kirkjukórið Ljóm - humpandi á høkjum oman Krosslíðarbrekkuna til tað fyrsta venjingarkvøldið! - Í frítíðina tók unglingin annars vid ítrótt, men var fyri tí óhappi at slíta sær hælsinuna - til vanlagnu fyri lokalu ítróttina, men í dag til gleði fyri fólk víða hvar í heiminum, sum fegnast um klassiska tónleikin. – Úr Vágs kirkju gekk so leiðin hjá Rúna út í stóru verð at menna  sær sangkynstrið, og í dag ferðast Rúni frá operapalli til operapall: úr Leipzig operuni via Hamburg , úr Chicago operuni til Bastillu operuna í París. Ja enntá á einum av navnfremstu pallunum í heiminum – Metropolitan operuni í New York - hevur Rúni (bratta)berg- tikið vid rødd og leiki sínum. Og skjótt fáa vit nú møguleika at hoyra Rúna. Á skránni á konsertini í Vágs kirkju standa brot úr oratoriinum Skapanini av Haydn og úr navnframu operuni Gandafloytuni av Mozart. Annað vit fara at hoyra Rúna syngja verða ariur av tónaskøldunum Mendelssohn og J.S.Bach. Og sum sagt - hetta alt samalt  í Vágs kirkju!

Ein annar av luttakarunum á hesi konsert verður trubadururin Eyðun Nolsøe. Hóast hann ikki er nakar operasangari, so evnar Eyðun kortini eisini at bergtaka við sangi og framúr góða gittarspæli sínum. – Hesin vællýddi trubadururin hevur havt drúgva solokarrieru. Nógv kenna Eyðun frá superbólkinum ”Frændur”, og av klassikarum, hann hevur lagt eftir seg í føroysku tónleikasøguni, kunnu nevnast fløgurnar ”Hvítar flykrur” og ”Mítt land”. Av tí Eyðun kemur at framføra kann t.d. nevnast hansara egnu orð og løg til ”Mítt land” og ”Einsemið”. 

Í ljómføgru Vágs kirkju verða tey frammøttu eisini drigin við hendan klokkutíman, konsertin varir; tí felagssangur verður eisini á skránni. – Martin Restorff Jacobsen kemur at sita vid flyglið, meðan Jóannes Nolsøe fer at taka sær av orgulspælinum. - Jóannes hevur m.a. valt at spæla ”Spiegel im Spiegel”. Orðini í Grindavísuni  ”Havet var glat som et slebet spejl . . .” góvu - nú Vágur verður vertur fyri norðurlendskum regattadøg- um - íblástur til hetta val. Tónleikin til ”Spiegel im Spiegel” hevur núlivandi estiska tónaskaldið Arvo Pärt komponerað.

Konsertskráin hendan leygardag seinrapart má sigast at verða fjølbroytt, og luttøkan av alheims operasangaranum Rúna Brattaberg og alføroyska trubadurinum Eyðuni Nolsøe skuldi borgað fyri eini minniríkari løtu fyri framman! Vit fegnast og vóna, at slíkt ’fjølbroytni fær fólk at fylkjast’.

Konsertin í Vágs kirkju hin 9. juli er ókeypis. - Høvi býðst tó at stuðla tiltak- inum vid at leggja eitt oyra í eitt ílat í forkirkjuni tá farið verður úr aftur kirkjuni.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo