Blæur og politikarar eiga at verða skift javnan - og av somu orsøk
- Joseph Sobran

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

Hin 7. dec. hevur vágbingurin Rúni Brattaberg leiklut í frumførsluni av operuni “Bel Canto” í operahúsinum Chicago Lyric Opera í Chicago.

Operahúsið við sínum  3563 sitiplássum telist millum kendastu operur í USA. Húsid lat upp í 1954. - Á fyrstu framførsluni í 1954 hevði operadivain Maria Callas leiklutin Norma í operuni við sama navni av it. tónaskaldinum Vincenzo Bellini (1801-35), og mánadagin hin 7. dec. trýnur vágbingurin Rúni Brattaberg fram á hendan sama pall. Tá verður frumframførsla av operuni ’Bel Canto’, sum heimsgitni peruanski tónasmiðurin Jimmy Lopez f. 1978 komponeradi tónleikin til. Í operuni ’Bel Canto’ er Rúni Brattaberg sovjetiski embætismadurin Victor Fyodorof.

Operain byggir á skaldsøguna ’Bel Canto’ hjá  gitna amerikanska rithøvundanum Ann Patchett f. 1963. Handlingin í skaldsøguni, sum kom út í 2001, tekur støði í Limakreppuna í 1996/97, tá terroristarørslan ’Den Lysende Sti’ herjadi japansku sendistovuna í peruanska høvudsstadnum Lima  og helt  leidarar og politikkar  gídslar í 4 mánadar. Frásøgan lýsir, hvussu terroristar og gíslar  megna at liva saman, og hvussu vina- og kærleiksbond hóast ræðuligar umstødur kunnu verða knýtt.

Millum gídslarnar er sovjetiski embætismadurin Victor Fyodorov. Tann leiklutin hevur føroyski Rúni Brattaberg. Sjálvt operaheitid  ’Bel Canto’ ber bod um, at tónleikur hevur ein týdandi leiklut, tí ’bel canto’ merkir  ’vakur sangur’. -  Ein annar av gídslunum er kenda amerikanska operasangarinnan Roxana Coss. Hon er komin til Lima fyri at undirhalda høgu gestunum á fødingardagsveitsluni hjá varaforsetanum. Óvanligu umstødurnar, hon nú er komin í, forða henni tó ikki í dagliga at venja sína rødd, og hesin yndissangur hennara hevur jaliga ávirkan á terroristarnar. Teir missa valdid á gídslunum, og í løtum fær sangur hennara teir at gloyma allar hugsanir um týning og deyda.

Umframt operasangarar úr USA kemur føroyski Rúni Brattaberg og syngja m.a. saman vid navnframum sangarum úr Seoul í Korea og úr Ekvador í Suðurameriku, úr Suðurafriku og úr Japan. Operain “Bel Canto” verður  stjórnad av bretska orkestur- leidaranum Sir Andrew Davis, sum starvast sum instruktørur og chefdirigentur á operuni.

Í 1954 stóð divain Maria Callas á pallinum í Chicago Lyric Opera í leiklutinum Norma av Bellini og lyfti tad eina høga c’id fyri og annad eftir upp undir prismukrúnurnar í Chicago Lyric Opera; og nú – hin 7. dec. – er tad føroyski Rúni, sum í operuni Bel Canto samfullar 39 ferdir letur tad djúpa E,id dala niður í orkesturgrøvina til orkestrid og Sir Andrew Davis. – Jú, sanniliga mugu vit ásanna, at Rúni við sínum leikluti í Chicago enn einaferd ristir rúnir í føroyska rúnasteinin - ta  føroysku tónleikasøguna.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo