Bæði vanlig fólk og politikarar, sum sita í russiskum fangalegum, verða javnan pínd, skrivar BBC.
Í minst 271 førum er tað staðfest og eftirkannað, at russiskar herdeildir, sum hava tikið ukrainsk sivilfólk og lokalpolitikarar til fanga, hava brúkt tortur fyri at fáa upplýsingar frá teimum, skrivar BBC, sum hevur tíðindini beinleiðis frá ST.
BBC hevur millum annað tosað við Oleh Pylypenko, sum er eitt slag av landspartaforseta har suðri í landinum, og hesin hevur greitt frá hvussu hann í tríggjar mánaðir varð fyri ógvusligari kropsligari píning, millum annað við at vera undiroystur við vatni í bítandi kulda.
- Eg fekk frostbit og fleiri rivjabein brotnaðu, sum teir bardu meg. Teir vildu hava at vita frá mær, hvar ukrainsku deildirnar í okkara øki vóru, hevur Oleh Pylypenko millum annað greitt BBC frá.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo