Blæur og politikarar eiga at verða skift javnan - og av somu orsøk
- Joseph Sobran

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Tað eru eftir øllum at døma teldusníkar úr Russlandi sum hava megnað at stongt eina rørleiðing við bensini, sum gongur líka úr Houston í Texas til New York, einar 8.800 kilometrar, og harvið elvt til trot á bensini nógvastaðni á Eysturstrondini.

Til dømis mangla tveir triðingar av øllum bensinstøðum í North Carolina bensin, og langar bíðirøðir eru uttanfyri fleiri av bensinstøðunum, sum framvegis hava nakrar dropar.

- Eg havi ikki uppliva nakað líknandi, hetta er verri enn tá ógvusligar orkanir herja, og øll leggja inn undir seg, sigur eitt starvsfólk á eini bensinstøð við Jyllandspostin, sum hevur fólk á staðnum.

Teldusníkarnir kalla seg Darkside, og teir skulu hava fingið 5 milliónir dollarar, einar 30 milliónir krónur, frá felagnum sum eigur rørleiðingina, fyri at lata hana upp aftur.

Málið er endað á hægsta politiska stigi, har eisini Joe Biden, forseti, hevur latið við seg koma.

- Vit fara at gera alt fyri, at slíkt ikki endurtekur seg, ljóðar millum annað úr Hvítu Húsunum.

Prísurin er sum vera man farin upp hesa tíðina, ímeðan trot hevur verið á brennievni. Í miðal er prísurin fyri ein gallon - 3,8 litrar - nú omanfyri 3 dollarar ella 18 krónur. Prísurin er hækkaður 63% seinasta árið.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo