- At teir hava sent tyssibumbur til Ukraina vísir bara, at teir vita ikki, hvat teir gera, sigur talskvinnan hjá russiska uttanríkisráðnum í Kreml, Maria Zakharova.
- Hetta er ein desperat ger, og vísir veikleika sæð í mun til miseydnaða ukrainska mótálopið, segði hon eisini.
Tyssibumbur eru ikki væl dámdar av øllum, tí tær kunnu gera stóran skaða, eisini á vanlig fólk, tí tær kunnu liggja í nógv ár uttan at bresta.
Russland brúkar sjálvt tyssibumbur í Ukraina.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo