Tað, sum nógv er hatað, er ofta illa fatað
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Nógv eru sum ikki skilja hvat er við at henda, nú nógv lond hava blandað seg uppí kríggið, og vil eg tí hervið greiða eitt sindur frá hesum.

Kríggið ímillum Amerika og Russland, og ímillum NATO og Russland og eisini ímillum t.d. Danmark og Russland harðnar í hvørjum. NATO, Amerika og Danmark og onnur lond skilja ikki hvat avleiðingar tað hevur, at taka lut í krígnum.

Hesi liva í tí trúgv, at verða tað send fleiri og fleiri vápn, og verða fleiri og fleiri fólk dripin, so fær kríggið ein enda.

Men soleiðis er tað bara ikki í veruleikanum. Tað er beint tað øvuta sum hendir.

Kríggið stendur við og versnar, til tað verður so ógvusligt at tað koma at doyggja milliardir av menniskjum.

Høvdu øll lond latið verða við at hjálpt til við at dripið fólk, hevði hetta kríggj verði av fyri langari tíð síðani, men orsaka av hatri og trongskygni, verður hildið áfram at drepa.

Hetta kríggj var eitt kríggj ímillum tvey lond, eitt kríggj uttan stórvegis týdning, um sammett verður við tað kríggj vit, við hesi gongdini, fáa.

Mette Frederiksen hevur nú uttan iva dripið nógv fólk við teim vápnum hon hevur sent til Ukraina, og kann tí av røttum eisini kalla seg mordara, um hon ynskir tað

Men hvussu við okkum Føroyingum?

Eg hoyri at fleiri kalla Føroyar fyri eina kristna tjóð, men er hon nú tað? Eg ivist.

Tað kemur til sjóndar nú ið øll taka avgerð um hvat tey skulu gera, hata ella fyrigeva - hevna seg, ella lata verða.

Vit vita hvat skriftin sigur um tann sum hatar. Tann ið hatar hevur so ikki nakað gott í væntu.

Stoltenberg nevndi ein dagin at NATO kríggjaðist ikki við Russland – men víst ger NATO tað. NATO hevur stóran part av skyldini í, at so nógv fólk eru dripin.

Stoltenberg hevur so einki at verða stoltur av. Tað hevur Biden heldur ikki. Tað hevur eingin mordari.

Tá tað kemur til Føroya Landsstýri og Føroya fólk sum heild, eru tey flestu bangin fyri at gera tað sum onnur halda verða skeivt, og eisini bangin fyri at lata verða við at gera nakað, tá onnur meina at vit áttu at gjørt hetta og hatta.

Her kann eg bara siga einum og hvørjum, at tað er líka mikið hvat onnur halda, um bert vit gera tað sum er rætt, eisini um tað rætta er at lata verða við at gera nakað.

At gera tað sum hini halda, kann fáa katastrofalar avleiðingar.

Fleiri av tykkum síggja tað ikki nú, men tit koma at síggja at flestu lond gera ikki tað rætta.

Eg fari at ráða Føroya Landsstýri til at lata Russisk fiskifør halda fram við at fiska í Føroyskum sjóøki, og at koma í Føroyskar havnir.

Tað sum kann henda, um vit nú eisini útiloka Russisku fiskiførini, er at tey noyðast aftur í Russiska havn.

Tá kann væntast at fleiri av fiskimonnunum verða sendir í deyðan í krígnum.

Um Føroya Landsstýri ætlar at gera nakað fyri at steðga krígnum, kundi Føroya landsstýri heldur farið yvir til Russlands at tingast um at fáa frið í lag.

Birgir Jakobsen

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo