Tað sær út sum Paul Watson, sum hevur ligið norðanfyri oyggjarnar og bíða eftir grind við skipi sínum John Paul de Joria, hevur sett kós ímóti Havnini.
Sambært Fishin.fo siglir hann við gott 11 míla ferð og er sostatt í Havn um ein tíma ella so.
Hvat so hendir er ógreitt, tí sjálvur hevur hann boðað frá, at hann ætlar at leggja uppí verður grind.
Landsstýrið hevur sett honum forboð fyri at koma inn um 12 fjórðinga markið.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo