Hvussu kundi Móses leiða okkum 40 ár gjøgnum oyðimørkina, og so finna okkum eitt land sum ikki hevur olju
- Golda Meir

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

Útgávan, ið ber heitið Music Is Never Gonna Make Me Rich, er onnur útgáva í fullari longd frá electro framleiðaranum.

Útgávan telur 10 løg og verður givin út á fløgu í húsa, ið Heiðrik á Heygum hevur sniðgivið og Rúna Ingunardóttir hevur broderað, umframt at útgávan eisini er tøk í talgyltum høpi á iTunes og Spotify.
SAKARIS hevur seinastu árini fingið rúma senditíð í føroysku miðlunum og kenna tey flestu allarhelst sera populeru løgini “Brace Myself”, “Score Music” og ikki minst “I Put on This Dress Only for You”.

Seinasta hálva árið hevur hann verið í studio og arbeitt miðvíst við hesi útgávu. Sangirnir eru allir spildurnýggir og fevna um eina mongd av sjangrum, frá stórslignum 80ara dramapoppi til minimalan og kitschutan indiefolk tónleik til nútímans mainstream electro.

Um heitið Music Is Never Gonna Make Me Rich sigur SAKARIS at hetta er ein speisk ímynd av støðuni sum fultiðar tónleikari í Føroyum; ein leið, ið ungi havnamaðurin valdi at royna fyri tveimum árum síðani.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo