Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

22.-28. januar 2018 skipar Havnar Jazzfelag fyri Vetrarjazz fyri 10. ferð. Hetta verður hátíðarhildið við eini sera spennandi skrá av føroyskum og útlendskum jazzi, einum høvuðsnavni, sum fer at blása øll um koll, og einum stórfingnum jazz-maraton endabresti. 

Í 7 dagar fara 23 bólkar at spæla 28 konsertir á 9 ymsum spælistøðum: Norðurlandahúsinum, Reinsarínum, Kaffihúsinum, Havnar Kirkju, Sirkus, Perluni, Hvonn, SMS og Blábar. 

Høvuðsnavnið á Vetrarjazz 2018 er ongin minni enn Grammy®-vinnandi norska saksofonstjørnan og úrmælingurin Marius Neset, sum fer at framføra saman við sínari kvartett. Við sínum nýskapandi tónleiki og gandakenda spæli verður Marius av altjóða kritikarum mettur at vera væl á veg upp á allarhægstu jazz-tindar. Fyrsta útgávan hjá honum “Golden Explosion” varð í 2011 skýrd av The Guardian at vera besta jazz-útgáva tað árið – frammanfyri útgávur hjá bæði Keith Jarrett og Joe Lovano. 

Konsertin við Marius Neset verður leygardagin 27. januar í Norðurlandahúsinum. Hesin leygardagurin verður eisini stóri veitsludagurin á Vetrarjazz. Tá verða teir 10 vetrarnir hátíðarhildnir við ikki færri enn 10 konsertum uppá ein dag. Byrjað verður í Havnar Kirkju kl 11.30, og síðan verður farið runt til ymisk spælistøð, áðrenn endað verður við jam-session í Blábar á midnátt. 

Skráin hendan leygardagin, eins og á restini av festivalinum er sera fjøbroytt. 

Átta fyrstafloks útlendskir bólkar og solistar vitja – tað mesta síðan fyrsta festivalin í 2009 – og føroyski jazz-heimurin bjóðar bæði kend og nýggj, spennandi nøvn. Vit sleppa m.a. at hoyra nýggju, væl-svingandi kvartettina hjá Guðruni Sólju Jacobsen og ein spildur nýggjan bólk úr Klaksvík. Legendariski bólkurin Plúmm verður aftur á skránni í ár við nógvum nýggjum og spennandi tilfari, og sjálvandi verður Yggdrasil, sum varð tilnevndur Tónlistavirðisløn Norðurlandaráðsins í 2017, við. 

Børnini og tey ungu verða ikki gloymd á Vetrarjazz. Tórshavnar Musikkskúli skipar saman við vitjandi tónleikarum fyri verkstovum fyri næmingum í ymsum aldrum, og sunnudagin 28. januar verður ein stuttlig barnakonsert við virðislønta bólkinum Univers på Vers. 

Flestu konsertirnar á Vetrarjazz eru ókeypis. 

Fullfíggjaða skráin til Vetrarjazz verður kunngjørd so við og við næstu dagarnar á facebooksíðuni hjá Havnar Jazzfelag og á heimasíðunum hjá ymsu spælistøðunum

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo