40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Sinnisbati: Altjóða Sálarheilsudagurin verður hin 10. oktobur, og aftur í ár verður hann hátíðarhildin við einum stórum tiltaki í Østrøm í Tórshavn.

Har verða upplegg av ymiskum slag, persónligar søgur, listaframsýningar, teknikapping fyri børn, umframt básar. Fleiri enn 15 feløg, stovnar og myndugleikar, sum varða av sálarheilsuøkinum, so ella so, koma at vísa á teirra virksemi, tilboð, tænastur. Í felag vísa vit á týdningin av at seta orð á sálarheilsu og arbeiða sálarheilsufremjandi, við fyribyrging og upplýsing og ikki minst viðgerð.

Altjóða Heilsustovnurin, WHO, hevur valt ársins evni, sum er “sálarlig heilsufremjan og fyribyrging av sjálvmorð” – tí verður tann føroyski dagurin eisini merktur av hesum.

Opið hús á psykiatriska deplinum
Tað er Sinnisbati, sum skipar fyri dagin, men fleiri onnur feløg, stovnar og kommunur eru við í samstarvinum um at varpa ljós á sálarheilsu alla vikuna, og eisini hendan dagin.

Tiltakið verður stroymað, so øll kunnu fáa møguleikan at fylgja við, hóast tað ber ikki til at møta. Somuleiðis vera ymisk tiltøk kring landið, har tað ber til at fylgja stroymingina.

Skráin fyri dagin sær út soleiðis:

Kl. 14:00: Dyrnar lata upp.

Kl. 14:25: Róa Midjord, forkvinna í Sinnisbata bjóðar vælkomin.

Kl. 14:30 Recovery spælir nøkur løg

Kl. 14:45: "Avleiðingar av fosturtøku kunnu vera lívshóttandi. Hvussu hjálpa vit?" v/ Mariu Forrestal úr Rachel's Vineyard Føroyar

Kl. 15:15: "Kanning um sjálvmorðsroyndir í Føroyum í einum 5 ára tíðarskeiði frá 2014 – 2018" v/ Sólrun Joensen og Jórun Højgaard, intensivir sjúkrarøktarfrøðingar við master í heilsuvísund.

Kl. 15:45: Steðgur + kaffi + básar.

Kl. 16:30: "At liva við sjálvmorðstonkum, og tað sum gjørdi at eg valdi lívið framum" v/ Sondy Simonsen

Kl. 17:00: “ Sjálvmorð og fyribyrging – fakta og mýta “ v / Birgit Andresen & Jana Mortensen

Kl. 17:30: "Barna bati seinastu 40 árini" v/ Djóna Eidesgaard, aðalskrivari í Barnabata

Kl. 18:00: "Meining og vón í líðing" v/ Róland í Skorini.

Kl. 18:30: Ársins Sálarheilsuvirðisløn verður handað.

Kl. 19:00: Takk fyri hesuferð - síggjast í 2020!

Kvøldið fyri, tann 9. oktober kl. 19-21, verður aftur í ár, opið hús á psykiatriska deplinum á

Ársins Sálarheilsuvirðisløn

Eiragarður 19, P50, har øll eru vælkomin. Skráin er handan:

Vælkomin

Framløga um sjúklinganøgdsemiskanning á seingjardeild v/ Marja L. Gjógvará ddd

Vitja seingjardeild P40 & nýggja dagtilboð hjá Barna & Ungdómspsykiatriini

Fyri triðju ferð verður ein sálarheilsuvirðisløn latin. Hon verður latin til ein einstakling ella bólk. Almenningurin, einstaklingar og feløg fáa við hesum høvi at skjóta upp, hvør hevur hendan heiður uppibornan.

Endamálið við eini slíkari Sálarheilsuvirðisløn er, at heiðra ein ella fleiri, sum hava gjørt eitthvørt átak, tiltak ella annað, sum á serligan hátt hevur varpað ljós á sálarheilsu, og gjørt eitt arbeiði fyri at bøta um og/ella arbeiða sálarheilsu fremjandi. Høvi er til at skjóta einstaklingar og bólkar upp, vísandi til tiltøk, sum verða framd kring alt landið.

Øll kunnu tilnevna, hvør skal hava Sálarheilsuvirðislønina. Ein dómsnevnd ger síðani av, hvør skal hava heiðurin av at fáa fyrstu Sálarheilsuvirðislønina, út frá innkomnu uppskotunum. Virðislønin verður handað á Altjóða Sálarheilsudegnum, sum í ár verður hildin í Østrøm í Tórshavn tann 10.10.19.

Uppskot kunnu sendast Sinnisbata á sinnisbati@sinnisbati.fo í seinasta lagi mánadagin 7. oktobur á middegi.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo