Mangan bankar gott hjarta undir slitnum búna
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Vikuskiftið 8.-10. juli verður eitt rimmar tiltak í SALT á Drelnesi á Tvøroyri. Tað eru felagið Føroysk træseglskip, SALT og Tvøroyrar kommuna sum skipa fyri tiltakinum.

Fríggjadagin 8. juli stevna føroysk træseglskip inn á Trongisvágsfjørð, og í hesum sambandinum verður ein ørgrynna av tiltøkum á skrá. Skráin er hendan:
SALT-SIGLING!

Skrá, fríggjadag 8 juli. 2022
Kl. 16.00 – 19.00 – SALT er opið

Kl. 17.00 – Móttøka á Drelnesi, Hornorkestrið spælir

Kl. 17.15 – Kristin Michelsen, borgarstjóri, heldur røðu

Kl. 17:30 – 19:00 – Opið skip. Almenningurin er vælkomin at vitja umborð á skipunum

Skrá, leygardag 9 juli. 2022
Økið er opið frá kl. 13.00 – 19.00

TILTAKIÐ ER ÓKEYPIS

KL. 13.00 – 14.00 – Heilsutiltakið ”GAKK og RENN”. Tak mammuna og pápan, ommuna og abban undir armin og kom og gakk við okkum. MBM bjóðar okkurt leskiligt aftaná

Kl. 14.00 – 18.00 – Opið skip – FFT

Kl. 14.00 – 18.00 – Andlitsmáling, gjøgnum allan dagin er tað møguligt at fáa andlitsmáling

Kl. 14.00 – 18.45 – Hoppiborgirnar eru opnar

Kl. 16.00 – 16.30 – ́Skúmparty’, Brandbilarnir koma at leggja út skúm fyri børnum og vaksnum

Kl. 14.00 – 18.00 -Suðuroyar Sjúkrahús kunnar um virksemið á sjúkrahúsinum

Kl. 14.00 – 16.00 – Heilsuskúli Føroya kunnar um heilsu útbúgvingar á skúlanum

Kl. 14.00 – 18.00 – Blóðbankin á Suðuroyar Sjúkrahúsi sigur frá týdninginum av, at blóðbankin í Suðuroy hevur blóðgevar á staðnum. Til ber at tekna seg sum blóðgeva

Kl. 14.30 – 16.00 – Tvøroyrar Sløkkilið vísir í verki, hvussu hjartastartari skal brúkast

Kl. 14:00 – 18:00 – Støkk-inn mátingar. Fólkaheilsuráðið bjóðar øllum ymiskar ókeypis kanningar. T.d. at máta blóðsukur, blóðtrýst, lungufunktión og feittprosent. Harumframt ber til at fáa góð kostráð

Kl. 14.00 – 19.00 - Dugni hevur framsýning í SALT við dømi um arbeiði og framleiðslu, sum næmingarnir hava gjørt

Kl.14.00 – 15.30 - Harmonikutónleikur í SALT túninum

Kl.15.00 – 18.00 - Brandbilar eru í SALT túninum, og øll børn sleppa sita í teimum og at síggja teir innan

Kl.16.00 – 17.30 - Harmonikutónleikur í SALT Túni

Kl.17.00 – 18.00 - Størri børn fáa umborð á skipunum, høvi at heisa upp ávís segl og at binda knútar

Kl.17.00 – 18.00  - Minni børn (4-6 ár) royna ymiskt undir dekk og á dekkinum umborð á skipunum

Kl.17.00 – 18.00 - Sjóranaratiltak. Byrjað verður umborð á Westward Ho

Sunnudagin 10. juli 2022
Kl. 11.00 – Gudstænasta í Tvøroyrar Kirkju

Kl. 13.30 – Skipini fara avstað

Takk fyri hesa ferð

Tvøroyrar kommuna, Felagið Føroysk Træseglskip og SALT

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo