40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Merkisdagar

Gudsmaðurin Móses, ið gjørdist 120 ára gamal, ber fram í ljós nøkur findarorð, ið eru verd at leggja sær í geyma. Hann skrivaði:

”Lív okkara varir 70 ár – ella 80 ár, tá ið styrkin er nógv.” (Sálmur 90,10). Sannleikin av hesum orðum gevur seg til kennar dagin í dag.

Sámal Jákup varð føddur í Ánunum 23. september 1937, har hann traðkaði sínar barnaskógvar, og har gekk hann í skúla tey fyrstu árini. Seinni flutti hann saman við foreldrunum til Klaksvíkar.

Sámal Jákup var 14 ára gamal, tá ið hann fór til skips. Hetta hevur síðani verið lívsstarv hansara. Fór á sjómansskúla í Svendborg og síðani út at sigla. Hann upplivdi mangt og hvat á stórhøvunum, sum hann veit at greiða frá. Men hann leitaði heimaftur, sigldi við trolarum og í mong ár við strandferðsluni, haðani hann uttan iva er mest kendur millum landsmenn. Hann giftist Honnu, ið hevur roynst honum ein sannur fongur.                                                                                                                                                       

Hanna hevur verið honum ein sera góð kona og sannur stuðul gjøgnum lívið, ikki minst á andaliga økinum. Tað var, tá ið hann var komin at kenna hana, at Sámal Jákup, av álvara, fór at lurta eftir Guds orði og søkja tað andaliga.

Tað var umborð á trolaranum”Sjúrðarbergi” í 1958 at ein andalig umbroyting fór fram í lívi hansara. Har umborð vóru møti, sum skiparin Martin Siversen, skipaði fyri, bæði evangelisk møti og bønarmøti.

Á einum av hesum møtum lat Sámal Jákup upp munn sín fyri fyrstu ferð at játta Jesus sum frelsara sín.

Síðani hevur tað andaliga gingið lið um lið við lívsstarv hansara á sjónum og millum manna.

Eftir at trúboðanartiltakið ”Atlantic Mission” í 2011 byrjaði verk sítt, serstakliga við at vitja grannalond okkara við gleðiboðskapinum um Jesus, við trúboðaraskipinum ”Juvel II”, hevur Sámal Jákup verið skipari nakrar av ferðunum. Á einari av hesum trúboðaraferðum høvdu vit ta gleði at hava sonin Thorvald sum skipara. Ein minnilig og góð ferð.

Sum leiðari, saman við vinum mínum fyri hesum trúboðanarferðum til grannalond okkara og innanoyggja, fari eg at takka Sámal Jákupi fyri gott samverk í hesi tænastu. Á hesum ferðum hevur verið stuttligt at eygleiða hann í arbeiðinum umborð. Eyðsæð er, at hann hevur kent seg heima á brúnni og at føra skip yvir havið. Hetta hevur givið seg til kennar við, at hann – á hesum ferðum – í messuni og á brúnni - hevur greitt frá stuttligum hendingum og søgum – og flent so hjartaliga sjálvur. Hugfarsligur maður!

Eg havi eisini havt ta gleði at hava verið ferðaleiðari hjá Honnu og Sámal Jákupi í Ísrael, har tey ikki smæddust burtur, men góvu ferðalagnum eitt gott íkast við teirra dámligu atferð og hugnaliga práti á ferðini. Tey gjørdust bestu vinir við ungfólk, ið vóru við á hesi ferð, hóast sjálvi komin væl til árs. Hetta sigur so nógv um teirra opna og vinaliga samskifti tvørtur um ættarliðini.

Tá ið vit hava verið umrøddu trúboðaraferðirnar, hevur Sámal Jákup ongantíð hildið seg aftur at bera fram eitt orð um Jesus, mannin úr Nazaret, sum broytti lív hansara á ungum árum.

Eg eri takksamur fyri, at eg kom at kenna Sámal Jákup sum skipara, eisini í andaligum fiskiskapi við Atlantic Mission. Eisini sum vin í gerandisdegnum og samkomufelagsskapi. Sama er at siga um serstakliga fittu konu hansara, Honnu, ið er skyldkona mín gjøgnum ættarbond av Eiði.  Eg ynski tykkum báðum blíðan byr og signing Guds framyvir á lívshavinum. Takk fyri tykkara dygga stuðul og tænastu í evangeliska felagsskapinum Atlantic Mission.

Svenning av Lofti 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo