40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Bøkur

Jógvan Arge og Jon Hestoy hava samarbeitt um bókaframleiðslu í 30 ár. Her fegnast teir um nýggjastu útgávuna hjá Jógvani, sum eisini er prentað hjá Jon Hestoy á Føroyaprenti

Samstundis sum Jógvan Arge hevur givið sína 22. bók út, hevur hann samarbeitt við prentsmiðjuna hjá Jon Hestoy í 30 ár.

Samarbeiðið byrjaði í 1987, tá Jon flutti Hestprent úr Suðuroy til Havnar, og Niels Juel Arge gav út sína triðju bók um Stríðsárini 1940-45. Jógvan var við í hesi framleiðsluni. Í røðini vóru seks bøkur, og samarbeiðið helt fram, tá røðin “Teir sigldu úti” kom út í fimm bindum frá 1991 til 1996.

Jógvan sjálvur skrivaði fimm bøkur í 80unum, sum vórðu prentaðar ymsastaðni. Í 12 ár frá 1993 til 2004 lat hann úr hondum 12 bøkur, sum allar vórðu framleiddar hjá Hestprenti.

Síðani hevur verið longri ímillum útgávurnar, men rættilig ferð kom á aftur, tá hann fór undir røðina “Mín krýnika”, sum higartil er komin í trimum bindum. Hendan røðin verður eisini prentað á Føroyaprenti, sum prentmsmiðjan hjá Jon Hestoy eitur í dag.

Líkt er til, at samarbeiðið heldur fram, tí krýnikan er ikki liðug enn, skrivar høvundurin í fororðinum í nýkomnu bókini “Journalistur og útvarpsmaður”, sum snýr seg um hansara fyrstu royndir í journalistikki á Ritzaus Bureu í Keypmannahavn og í Útvarpi Føroya.

Bókin fæst í bókasølum og øðrum handlum kring landið.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo